Vælkomin á Fjarðafestival 2007

Við tí sera væleydnaða festivalinum í fjør í baksýni er tað okkum ein stór gleði at bjóða tykkum øllum, bæði børnum og ungum, eldri og gomlum, vælkomnum á ársins festival, altso Fjarðafestivalin.

Hevði festivalurin eina spennandi skrá í fjør, er hon enn meira spennandi í ár. Eisini hesaferð hava vit lagt okkum eftir at hava festivalin so breiðan sum gjørligt.


Festivalumstøðurnar kunnu neyvan fáast betri, enn tær eru á økinum rundan um og í bygninginum hjá Kelduni. Her er hjálpsemi og vælvild uttan líka.


Tá ein slíkur festivalur verður hildin í Skálabotni, eru tað ikki bert vit, sum fyriskipa, ið gerast ein partur av hesum, men eisini tey, sum dagliga búleikast her. Tí er tað eisini við stórum takksemi, at vit hugsa aftur á stóru vælvildina, bygdarfólkið í Skálabotni sýndi okkum og gestunum í sambandi við festivalin í fjør. Vit vilja gera alt fyri, at festivalurin verður tykkara aftur í ár.


At búgva í Runavíkar kommunu er ein sonn signing. Tað merkist, at her er bæði ynski og vilji til, at nakað skal henda, og hava vit sanniliga merkt vælvildina í tí framúrskarandi stuðli, sum á allan hátt er sýndur okkum.


Tá tey mongu útlendsku nøvnini koma hendaveg, er tað skjótt, at okkara egnu stjørnur verða gloymdar í øllum fjølmiðlarokinum. Men fyri okkum stendur púra greitt, at uttan heimliga luttøku og hjálpsemi hevði festivalurin ikki verið møguligur. Tí skal ein hjartans tøkk ljóða til tykkara.


Festivalurin nærkast av álvara. Sum fyriskiparar hava vit gjørt alt, sum er í okkara valdi fyri at skapa bestu karmar. Vit biðja okkara almáttuga eina og sanna Guð um at leggja sína signing til, so veður og allar kringumstøður annars verða til vildar.


At enda bera vit fram eina hjartans tøkk til okkara familjur, sum stuðla so væl; og mest av øllum til okkara Frelsara og Harra, Jesus Kristus, sum í øllum er okkara álit og styrki. Honum vilja vit ogna hendan festivalin. Øll æran er hansara í ævir.


Enn einaferð, ver vælkomin á Fjarðafestival 2007, vit lova tær ein “Mega” festival.


Má Guð signa teg ríkiliga.



Leiðslan fyri Fjarðafestivalinum

Vinjard Johansen

Eyðun Jacobsen

Tummas Jákup Høj

Pól Frits

Høj Terje B. Vestergaard