Vælkomin í eina sjálvstøðuga bygd

Minsta stevnubygd í landinum hevur hóast avmarkaða stødd, eitt sera fjølbrott vinnulív. Vinnuliga áræði røkkur langt út um bygdarmarkið, og felagslívið í bygdini er somuleiðis ikki minni víðfevnandi

Tey munnu vera mong, ið onkusvegna hava hoyrt Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformann í Hósvík gera vart við seg og bygd sína. Elduhugaður hevur hann luttikið í kjakinum um kommunusamanleggingina, og seinast 43 ára gamli kokkalærdi lastbilaførarin og politikarin av álvara gjørdi um seg, var tá hósvíkingar bjóðaðu seg fram at hýsa flýddum Kosovo-albanum.


Fjølbroytt vinnulív

At Streymaoyarbygdin, við teimum 85 húsunum og 240 fólkunum, í anda er vaksin út um heimligu bøgarðarnar, heldur Jógvan ikki vera løgið.

? Á pappírinum stendur, at Hósvík er ein landbúnaðarbygd, men í dag ber eins væl til at seta okkum í altjóða samband, sigur hann, og nevnir virknu fyritøkuna, P/F Thor, ið ger um seg bæði í fiski- og oljuvinnu.

Til Hósvíkar hoyra fleiri supply-skip, ið fyritøkan, P/F Thor, eigur og rekur, eins og einasta skúlaskip í landinum er á hondum hósvíkinga. Við skipinum H.C. Andersen hevur fyritøkan átikið sær at sigla við navigatiónsskúlanæmingum, eftir at Ólavur Halgi varð seldur.

Vinnulívið í Hósvík er lutfalsliga sera fjølbroytt. Umframt fjøltáttaðu sjóvinnuna á staðnum, er vert at nevna einastu aslfaltgoymsluna og eins einastandandi sláturvirkið, ið bæði halda til á havnalagnum sunnarumegin bygdina.


Gott konufólk

á staðnum

Mælski bygdarráðsformaðurin í Hósvík skírir Sundalagsstevnuna eina stórhending í bygdarlívinum í Hósvík. Gamaní, vinnulívið á staðnum hevur stóran týdning hesum viðvíkjandi, men fyri felagslívið er eisini annað, ið sambært Jógvani hevur stóran týdning. Hann heldur, at Hósvíkarbygd hevur verið heppin, tí so nógv gott konufólk hevur gift seg til Hósvíkar.

Fyri stórum parti av bygging og rakstri av bygdarhúsinum, ið stóð liðugt 3. oktober 1992, hava konufólkini staðið. Hvørjaferð, skipað verður fyri brúdleypum, ella øðrum veitslum í húsinum, verður matgjørt og borðreitt fyri onki, til tess at meira peningur skal liggja eftir til húsið tá avtornar. Rúmliga bygdarhúsið er fyri ein stóran part karmur um stevnutiltøkini.


Sjálvstøðugar bygdir

Undanfarna ár, varð Sundalagsstevnan hildin í Hvalvík, og komandi ár standa kollfirðingar fyri tørni. Jógvan Mørkøre, ið hevur 7 ár á baki í kommunupolitikki, sigur, at sambandið við grannbygdirnar báðar, ikki er so nógv sum hann hevði ynskt, men at heldur onki klandur er.

? Vit eru sjálvstøðugar bygdir. Røddir hava verið frammi um, at vit áttu at havt størri samstarv, men enn er so ikki serliga nógv hent, sigur hann, og minnir á, at kollfirðingar hava brotið burtur kommunumarkið sunnarumegin.

Bygdarráðsformaðurin ætlar sær ikki at taka sær av løttum stevnudagarnar. Væntandi fer hann út á kappróðrarmálið við øðrum hátalarabátinum, og hann verður kanska eisini at síggja sum parkeringsvørður.

? Vegna Hósvíkar bygd bjóði eg bæði ítróttarfólki og stevnugestum annars. hjartaliga vælkomnum á Sundalagsstevnu. Vónandi fáa tit eina góða stevnu við góðum veitslulag, men tó við mátahaldi.

Hjartaliga vælkomin, øll somul?