Vælkomið íkast til ES-kjak frá Reiðarafelagnum

Tað er avgerandi fyri føroysku ES-kósina, at vinnan umrøður týdningamesta spurningin í føroyskum politikki í dag.

Tí er framúr positivt, at Føroya Reiðarafelag er komið upp í orðaskiftið um framtíðarstøðu Føroya í ES ? ?Umboð fyri føroysku fiskivinnuna eru komin upp í orðaskiftið um framtíðarstøðu Føroya í ES. Tað hendi í gjár, tá Føroya Reiðarafelag legði eitt áhugavert ES-sjónarmið á heimasíðu sína.? ?- Tað er avgerandi fyri føroysku ES-kósina, at umboð fyri vinnuna eru uppi í umrøðuni av hesum máli, ið er millum tey týdningarmestu í føroyskum politikki í dag, sigur Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður.? ?Reiðarafelagið vísir á fyrimunir, ið fiskivinnan í ES hevur. Felagið vísir eisini á vansar, t.d. at írskir fiskimenn hava verið noyddir at broyta meskavíddir eftir trýsti úr Fraklandi.? ?- Soleiðis eru fyrimunir og vansar við øllum. Reiðarafelagið skal hava takk fyri at taka táttin upp. Hinvegin ber væl til at ávirka meskavíddir, fiskihættir og mangt annað. Júst í hesum døgum er útkastið til nýggjan ES-fiskivinnupolitikk lagt út til alment orðaskifti og hoyringar í breiðari merking, sigur Edmund Joensen. ? ?Beinleiðis orsøkin til, at Reiðarafelagið nú fer upp í ES-orðaskiftið, er, at Ísland hevur søkt um limaskap í Europasamveldinum.? ?- Munurin millum Føroyar og Ísland er, at Ísland vil kenna treytirnar fyri limaskapi í Europasamveldinum. Íslendingar verða eisini við, tá ES-fiskivinnupolitikkurin skal umskipast komandi tvey árini. Tá fara føroyingar framvegis at standa uttanfyri, um ES-kósin hjá Landsstýrinum ikki verður rættað í stundini. ? ?- Teir gomlu høvdu orðatakið: ”Ein er tíðin at dansa”. Enn kenna vit orðatakið, men vit vísa ikki í verki tað, sum forfedrarnir vildu hava okkum at leggja í orðatakið, sigur Edmund Joensen.? ?Løgtings- og fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum mælir løgmanni til at taka stig til samráðingar við ES, so Føroyar fáa at vita, hvørjar treytirnar eru fyri at gerast partur av samveldinum.?