Vælkent føroyskt virki flytir framleiðsluna til Íslands

Eftir at hava gjørt ís í yvir 30 ár, flytir Fóm nú alla framleiðsluna til Íslands, boðar fyritøkan frá í eini fráboðan í dag.

 

Tað verður íslendska ísvirkið, Kjørís, sum nú fer at at gera ísar fyri Fóm. Tey siga, at tíðin setur nýggj og størri krøv til maskinur og framleiðslutøkni og 40 ára gomlu maskinurnar hjá Fóm hava nú tænt fyri seg.

 

– Vit mugu ásanna, at tað ikki lønar seg at gera íløgur í nýggjar maskinur, og tískil er avgerð tikin um samstarvið við Kjørís, sigur Tummas Hanus Dam, stjóri á Fóm.

 

Hann leggur afturat, at tað var Kjørís, sum læt upprunaligu uppskriftirnar til ísarnar hjá Fóm. Hjá Fóm hava arbeitt eini trý til fimm fólk, alt eftir árstíðini.