Eru teir nevndir, eru teir kendir. Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Kim Hansen eita menninir. Og er tað nakað stað í Danmark, ið kent millum føroyingar, so er tað Føroyahúsið á Vesterbrogade í Keypmannahavn. Leygarkvøldið vitja teir tríggir har.
Ein nólsoyingur, ein klaksvíkingur og ein havnarmaður. Tað ljóðar sum byrjanin til ein skemtisøgu. Men hóast teir tríggir hava undirhildið í felag og hvør sær, taka teir tónleikin í størsta álvara. Tað er helst orsøkin til, at teir framvegis eru eins aktuellir og í áttati- ella nítiárunum.
Bólkarnir, hesir tríggir hava verið við í saman og hvør eru mangir. Frændur, Terji & Føstufressar, Moirae, Taxi og Showmenn eru nakrir. Hittini, hesir hava lagt afrat føroyska sangskattinum, eru uppaftur fleiri.
Leygarkvøldið hava føroyingar í Keypmannahavn møguleika at hoyra hesar spæla hittini. Fleiri upplýsingar um tiltakið fáast her: www.facebook.com/event.php
Mynd: Bjarni Nygaard