Vælgerandi tónleikakafé í Klaksvík

Í annaðkvøld klokkan 19 bjóða Betesdakórið, Vitin, 17 Sangarar, Suð og Døgg til tónleikacafé í skúlanum við Ósánna. Innkomni peningurin fer til ?Í menniskjum góður tokki? Tónleikacaféini í skúlanum við Òsánna er ókeypis at fara til hjá áhoyrarunum, men møguleiki verður at stuðla ?Í menniskjum góður tokki? við at keypa brendar mandlur, smákøkur, heimagjørd bomm og hugnaligt jólaprýði.

 

Listakvinnurnar Lydia Petersen, Dagny Tróndheim og Astrid Mouritsen fara at hava listaframsýning. Hesar fara eisini saman við Sædis Eilifsdóttir at selja gandadeiggj, dekorasjónir, jólakort og annað jólaprýði.

 

Íløt fara eisini at standa í høllini, so vitjandi kunnu lata eina peningagávu til átakið ?Í menniskjum góður tokki?

 

Høvuðsfyrireikarin, Tóra við Keldu sigur, at øll hava møguleika at vera við at geva hesa jólagávu, sum veruliga munar. Tey vóna, at tónleikacaféin í annaðkvøld klokkan 19 verður væl vitjað, so sangarar og áhoyrarar fáa eitt hugnaligt kvøld, og saman verða við til at gleða børnini á jólum.