Vælferð skerjast ella umskipast

Í oddagrein í Sosialinum herfyri um sendingina við floksformonnunum á Hvonn, verður formaður Javnaðarfloksins endurgivin fyri at hava sagt, at vælferðin skal skerjast. Eisini verður nevnt, at nútimans javnaðarflokkar ikki himprast við at skerja vælferðina. Sum undirritaða hoyrdi sendingina, segði formaður Javnaðarfloksins, at tað snúi seg um at verja og framtíðartryggja vælferðina.

Skeiva endurgevingin í oddagreinini kemur tó á ein hátt inn í kjarnuna í spurninginum um vælferð.

Hetta er eitt trupult, men neyðugt evni at taka upp. Spurningurin er nevniliga, hvussu tú definerar vælferð. Er ein fimmti ára gomul vælferðarskipan ævug, og skal hon verða tað, hóast samfelagið og kringumstøðurnar broytast. Skal skipanin verða ævug og ikki kunna endurskoðast, so ber ikki til at endurnýggja og umskipa vælferðina, so hon framvegis røkkir sínum endamáli, at koma teimum veiku til góðar.

Vit hava skipannir, við t.d hjálpitólum, har ein persónur við t.d løgtingsmannaløn fær somu hjálputól sum ein einlig mamma uttan at gjalda eina krónu. Er hetta tann vælferðin, ið vit skulu halda fast við, so hava vit ikki fíggjarorku at innføra betri skipannir til t.d stakar uppihaldarar. Hóast hesin bólkur hevur munandi meira hjálp fyri neyðini enn ein løgtingskvinna.

Hetta er ein sera grundleggjandi spurningur, tí vælferðarsamfeløgini vóru uppbygd soleiðis frá byrjan, at almennu skipaninnar vóru universellar og harvið fyri øll óansæð inntøku. Spurningurin er, um til ber at broyta ella avmarkað hetta prinsippið og gera skipaninar meira beinraknar til tey, ið hava tær fyri neyðini.

Summi vilja ivaleyst siga, at um ikki øll fáa sín part av vælferðini óansæð inntøku, so vilja tey ikki vera við til at gjalda. So vil samhaldsfasta fíggingin av samfelagnum hvørva.

Sum eg síggi tað, so er hetta ein balansugongd, har tað snýr seg um at finna javnvágina millum tað universala og tað sosialt rætta. Tað er ein sannroynd, at krøvini til betri og fleiri vælferðarskipanir økjast í takt við, at vælferðin økist. Hygg bara at heilsuverkinum. Trupulleikin er, at inntøkurnar at fíggja vælferðina ikki økjast samsvarandi. Tvørturímóti hava allir flokkar verið við til at máa støðið undan vælferðini við at skerja blokkin og geva stórar skattalættar til miðal- og hægri inntøkur, uttan at seta nakað í staðin. Hesar skerjingar eru ikki avloystar av hægri inntøkum, tvørturímóti økist hallið á fíggjarlógini.

Taka vit skattalættarnar og hvør ið hevur fingið ágóðan, eru tað tey, ið hava miðal- og hægri inntøkur. Sostatt er samhaldsfasta fíggingin av samfelagnum avskeiklað. Spurningurin er tí, um hetta ikki kann legitimera inntøkuregulering av ávísum almennum skipanum.

Javnaðarpolitikkur hevur altíð verið at vilja broytingar, men tað tykist sum um einhvør broyting verður uppfatað sum ein skerjing av vælferðini. Skal onki broytast ella avviklast, so ber heldur ikki til at menna vælferðina, uttan so at inntøkurnar verða øktar munandi. Vit mugu endurskoða gamlar skipannir og finna eina nýggja javnvág millum tað universella og samhaldsføstu fíggingina av samfelagnum. Hetta má gerast, um bera skal til at framtíðartryggja vælferðina. Hetta er ein trupul, men neyðug tilgongd, sum vit, eftir mínum tykki, ikki koma uttanum.

Hin neyðuga broytingin er almenna umsitingin og mátin hon er skipað uppá. Vit hava eina, eftir mínum tykki, sera stirvna skipan, ið stovnsligger alt og øll. Tykist mangan sum siktið er at fasthalda fólk í ymsum almennum skipanum sum klientar, heldur enn at vera hjálp til sjálvhjálp. Hvussu kann almenna umsitingin umskipast, so hon virkar skjótt og væl, er stóri spurningurin.

Tað snýr seg ikki um støddina av umsitingini, men meira um, hvussu gera vit hana einfalda og hóskandi til tann tørv, ið eitt so lítið samfelag sum okkara hevur brúk fyri. Um samfelagið ikki bara skal humpa víðari við einum økjandi trýsti á almennu skipaninar, sum vit kanska so dánt klára at hóra undan, er alneyðugt at taka støðu til hesar spurningar.