Helgi Abrahamsen
Knút Eysturstein skrivaði í bløðunum í farnu viku, at hann á veljarafundi í Runavík tann 15. januar setti valevnum fyri Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin spurningin, um materiel virði er tað einasta, ið gevur lívinum innihald? Hann sigur seg við hesum hava róð fram undir spurningin, um einki annað er at liva fyri enn pengar, bilar, sjónvørp, luksus o.s.fr.?
Síðani greiðir hann í greinini frá, at eg svaraði spurninginum við at siga, at Sambandsflokkurin setir vælferðina hjá føroyingum fremst, og at eitt sindur av luksus afturat er »fínasta slag«.
Út frá hesum kemur hann til ta niðurstøðu (um eg skilji hann rætt), at tað er mín støða, og støðan hjá øllum sambandsfólkum, at materiel virði er tað einasta, ið gevur lívinum innihald, og at einki annað er vert at liva fyri.
Hetta er ein løgin niðurstøða, sum eg á ongan hátt taki undir við.
Blandar tingini saman
Sum Knút sjálvur vísir á, so setti hann fleiri spurningar á fundinum, og svarið hjá mær, sum hann umrøður í greinini hevur einki við umrødda spurningin at gera. Hann hevur sjálvur sett spurning og svar saman sum best ber til, og so kókar hann súpan burturúr tí.
Um eg verði spurdur spurningin sum stendur í greinini (um materiel virði (pengar, bilar, sjónvørp, luksus o.s.fr.) er tað einasta, ið gevur lívinum innihald), so er svarið stutt og greitt, at tað er tað ikki. Og at siga, at Sambandsflokkurin setir vælferðina hjá føroyingum fremst, er ikki tað sama sum at siga, at materiel virði er tað einasta, ið gevur lívinum innihald.
Eingi ítøkilig uppskot
Annars dámar mær væl hugburðin í pørtum av greinini hjá Knúti. Hann sigur bart úr, at fullveldi hevur størri týdning fyri hann enn vælferðin hjá føroyingum, og tað er eitt sjónarmið, sum eg havi stóra virðing fyri, hóast eg sjálvur havi eina aðra áskoðan um hetta. Mær dámar altíð væl, tá loysingarfólk opið og ærliga viðurkenna, at føroyingar kunnu ikki bæði hava vælferð og fullveldi, og tí mugu velja annað av hesum.
Men eitt sakni eg tó hvørja ferð, tá hetta sjónarmiðið kemur fram, og tað eru ítøkilig uppskot um, hvørjar vælferðartænastur skulu burtur ella skerjast so hvørt sum ríkisveitingin minkar. Tað er lætt at siga, at vit kunnu klára okkum við eitt sindur minni av luksus, men hvat er luksus? Er fólkapensjónin luksus? Er ókeypis skúlagongd luksus? Ella er viðgerð av teimum sjúku luksus?
Hvat skal burtur?
Eg fari tí at biðja Knút um at skriva eina grein afturat. Í henni kann hann hóskandi siga okkum ítøkiliga, hvussu vit kunnu fremja tað, hann kallar »hugsjónina«, sum er at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum, og so spara mistu inntøkuna við at skerja vælferðartænasturnar. Sig okkum hvørjar tænastur skulu burtur og hvørjar skulu skerjast.
Tað er at vóna, at hann klárar at finna hesar sparingar, tí um tað ikki eydnast honum at finna tær, so hoyrir hann til tann bólkin, sum sambært hansara egnu grein setir vælferðina fram um hugsjónir.










