Í greinini kann lesast millum annað hetta.?Hin vegin vilja vit ikki vera við til at knúsa týdningarmiklar vælferðartænastur, sum skúlaverk, heilsuverk almannaverk.?Eg haldi, at hetta er langt úti, at tú fer út og tosar um, at vælferðin er í vanda í Føroyum.?Vælferðin kom longu í vanda tann dagin, tá tú saman við fullveldissamgonguni vóru einigir um, at nú skuldi blokkurin burtur, og harvið sendi ein stóran part av honum niður aftur til Danmark.?At tað eru stórir trupulleikar í heilsuverkinum og skúlaverkinum í dag, kunna tit sjálvir takka tykkum fyri.?Um eg ikki minnist heilt skeivt, so var tað júst til hesar tríggjar vælferðatænasturnar, blokkurin var útroknaður til, so at vit skuldi vera á sama støði sum hini Norðanlondini innan vælferð.?Tí kann eg bara standa spyrjandi, tá eg lesi tína grein, har tú fer eftir Kaj Leo, og Sambandsflokkinum. Mær vitandi var tað Sambands flokkurin sum tann einasti, ið ikki stemmaði fyri at minka blokkin, og harvið senda okkara vælferatænastur 50 ár aftur í tíðina.?Nei nú er ikki at geva øðrum skyldina Jóannes, og royna at kasta ábyrgdina yvir á onnur, og sjálvur sleppa sær undan teimum avgerðum man hevur tikið.