Vælferðartænastur á A, B ella C-støði?

Oddagrein

Tað restar peningur í hjá heimarøktini, og summar tænastur hava verið skerdar síðani í summar. M.a. hava nógv eldri mist hjálpina at gera reint, og í Degi og Viku týskvøldið sóu vit 86 ára gamlan mann dustsúgva heimið hjá sær. Hann harmaðist um, at hann hevði mist heimarøktina, sum annars kom ein tíma um 14. hvønn dag.

Sjálvandi orka nógv eldri at halda síni hús. Og tað er kanska gott fyri tey at røra limirnar, um tey annars orka. Men seinastu mánaðirnar hava sjálvt fólk, sum tátta í 90 árum, mist hjálpina at gera reint. Eisini hóast heilsuverkið hevur álagt teimum ikki at fáast við reingerð. Og tað kann ikki vera rætt, tá reingerð bara kostar eitt-tvey prosent av útreiðslunum hjá heimarøktini, sum tilsamans fær játtaðar 92 mió.kr. Hóast samlaða almenna útreiðslustøðið ikki kann hækka, so má raðfestingin broytast, og spardi peningurin koyrast í tær tænasturnar, ið eru hornasteinarnir undir vælferðarsamfelagnum.

Í hesum viðfangi skulu vit ikki koma inn á spurningin, hvussu væl leiðslan dugur at húsast við játtanini ella ikki, tí tað skal hon duga, annars er hon ikki skikkað. Hinvegin mugu vit eisini til at lurta eftir henni. Heldur skuldu vit venda til orðini og spurningin hjá landsstýrismanninum í almannamálum, um vit skulu hava eina heimarøkt á A, B, C ella kanska D-stigi.

Nei, rætt hevur Páll á Reynatúgvu. Henda spurningin hava vit ikki umrøtt áður. Allarhelst tí at ein dyggur meiriluti í Løgtinginum hevur verið fyri, at vit skulu hava eina so góða heimahjálp, sum tilber. Partar av teimum borgarligu flokkunum kundu kanska funnið upp á at seta spurnartekin við, um vit skulu hava eina heimarøkt á A, B ella C-stigi. Men at tað skuldi koma frá einum tjóðveldismanni kom heldur óvæntað, hóast "tann nýggi" Tjóðveldisflokkurin verður alsamt meira borgarligur.

Vandi er í allari vælferð, og vit kunnu altíð seta spurnartekin við, um hetta ella hatta er neyðugt, ella um vit kunnu spara okkurt. Men tað eru nakrir grundleggjandi tankar og hugsjónir í hesum partinum í eldrapolitikkinum. Ein er, at tey eldru skulu vera sum longst í sínum heimi. Ein annar tanki er, at okkara gomlu, sum hava bygt upp vælferðarsamfelagið, skulu hava eini góð ellisár og fáa hjálp - annaðhvørt til kropsliga røkt ella at hjálpa til í heiminum.

Hesa hugsjón skulu vit halda fast um. Vit fara neyvan at nøkta tørvin á ellis- og røktarheimum, ella tørvin á vardum íbúðum ella eldraíbúðum, tey næstu mongu árini og tí skulu vit hava eina góða heimarøkt. Heimarøktin má eisini altíð verða eitt tilboð til tey, ið eru før nokk at búgva heima. Vit skulu hvørki tosa um C ella D-støði. Men Tjóðveldisflokkurin hevur lagt upp til kjak og tað næsta uppkastið til orðaskifti verður kanska, um vit skulu hava vælferðarsamfelagið á A, B, C ella D-stigi? Er Tjóðveldisflokkurin linkaður so mikið í knøunum, nú hann mælir til, at vit gera upp, um vit skulu hava vælferðartænastur á A, B ella C-støði? Og kanska sleppa tí norðurlendska støðinum?

Um so er, so má ásannast, at rætturin, ið formaður Tjóðveldisfloksins tosaði um uppundir valið, er lítið verdur.