Sirið Stenberg, Tjóðveldi
----
Tey gomlu skulu nú liggja meira í songini, sparast skal uppá matin á røktarheimunum, skerjast skal í røktartímunum, slakast skal í fakligu krøvunum til starvsfólkini, tey gomlu mugu bíða at sleppa á wc, og sleppa nú ikki í bað sum vanligt og onnur ótespilig átøk eru nú veruleiki. Stakkals gomlu fólk, avvarðandi, starvsfólk og stakkals vit øll. Vanlig røkt, sum annars er at meta sum ein menniskjarættur er nú ikki longur ein sjálvsagdur rættur.
Hvussu kann tað vera blívið so livandi galið í Føroyum ? Samstundis sum tað geldur lív at veita hundratals milliónir í skattalætta til tey háløntu ? Raðfestingin er skorðin út í papp, nógv til tey ríku, og lítið og onki til tey gomlu. Ikki so mikið, at tað dryppar á deknin meira. Hvar er virðing fyri teimum gomlu blivin av ? Tey gomlu, sum hava bygt okkara samfelag upp, og skapt okkum yngru góðar og mennandi lívsumstøður. Hetta hava tey ikki uppiborið.
Spurningurin er um landsstýriskvinnan veit hvat hon er í gongd við. Tá ið skorið verður so ógvusligt í røktini, at fólk ikki fáa tað mest neyðturvuligu røktina, men blíva liggandi í songini, fáa verri mat, verri reinføri, onga endurmenning og aktivering, ja so hevur man heimsins bestu uppskrift uppá at skapa ein enn størri røktartørv, og harvið skapað enn fleiri røktarsjúklingar og harvið verri lívsgóðsku. Hetta má metast sum vanrøkt av ringasta slag !
Og tað eru ikki røktarstarvsfólkini sum vanrøkta, men politiski myndugleikin. Tí hvat skulu starvsfólkini gera tá ið tey fáa slík boð úr erva. Sjálvsagtskulu tey talað at og verja tey gomlu, men tey hava ikki ræðisrættin yvir hvusssu arbeiði er lagt til rættis. Avleiðingarnar fyri starvsfólkini fara tí heilt víst eisini at vísa seg seinni, millum annað við strongd og øktum sjúkradøgum, sum so aftur ávirkar tey gomlu, sum tey skulu vera um og røkta, tí nú skulu avloysarir heldur ikki innkallast við tá ið fólk eru sjúk.
Sum dropin, ið fær alt at flóta yvir eru røddir frammi um, at starvsfólkini hava fingið munnkurv og ikki mugu úttala seg um sparingarnar. Hetta kann ikki vera lógligt ? Hava vit ikki talufrælsi í Føroym ? og hvør annar skal úttala seg enn starvsfólkini, sum kenna støðuna til fulnar. Eitt er, at tey ikki úttala seg vegna stóvnin tey arbeiða á, men sum fakpersónar við fakligum førleikum at meta um støðuna, eru tey best skikkaði at úttala seg um umstøðurnar teimum gomlu nú eru í boði, og teimum sjálvum sum starvsfólk.
Støðan á eldraøkinum hevur verið trupul í langa tíð, men er nú versnað so álvarsligt, at hon er hættislig. Men hvussu kann man eisini ímynda sær, at tað ber til at reka samfelagið ár undan ári fyri sama krónutal. Ongar framskrivingar eru gjørdar fyri prís og lønarvøkstur sjálvt um øll vita, at kostnarstøðið hækkar og lønirnar hækka. So sjálvsagt kemur hetta at ganga útyvir tænastuna til búfólkini. Hvønn annan hevði man ímynda sær, at sparingarnar á eldraøkinum fóru at raka ? Tað hoyrist jú ongantíð eitt orð um at skerja í toppinum !
Illa fór vælferðin, illa fór eldrarøktin og illa fara tit við teimum gomlu. Tað kundi annars verið so gott !