Vælferðargransking í útnorði

Fríggjadagin 3. september kl. 13

Tíðindaskriv


 
Nevndin fyri vælferðargranskingarætlanina undir Norðurlandaráðnum skipar fyri ráðstevnu í Føroyum um gransking innan sosial-, heilsu- og arbeiðsmarknaðarviðurskifti í útnorðri. Í tí  sambandi verður almennur pallborðsfundur í Klingruni í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 3. september kl. 13. Við pallborðið verða norðurlendskir og føroyskir granskarar, umboð fyri vælferðargranskingarætlanina undir Norðurlandaráðnum og føroyskir politikarar.
 
Ráðstevnan er partur av einari 5 ára vælferðargranskingarætlan, sum Norðurlandaráðið setti í verk í  ár 2000.
 
Á ráðstevnuni, sum er fyri innboðnum, luttaka granskarar, sum granska í sosial-, heilsu- og arbeiðsmarknaðarviðurskiftum og onnur við serligum tilknýti til hetta øki..
 
Endamálið við ráðstevnuni í Føroyum er at eggja til gransking í sosialum og heilsuligum viðurskiftum í útnorði við tí fyri eyga at skapa vitan um hvussu samfeløgini eru skipað, at gera samanberingar møguligar og harvið skapa eitt haldgott støði í orðaskiftinum um vælferðarskipanir og vælferðarpolitikk.
 Pallborðsfundurin í Norðurlandahúsinum er almennur. Áhoyrarnir eru vælkomnir at seta fram spurningar og at gera viðmerkingar.