Sparingar
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tvinnir eru kostirnir, hvørgin er mjúkur. Tað mátti 81 ára gamla Anna Skæling av Signabø sanna, tá hon herfyri skuldi hava nýtt hoyritól.
Hon hevði í nógv ár havt eitt hoyritól, men nú var hoyrnin versnað somikið, at hon noyddist at fáa sær eitt nýtt. Hon fer til Hoyriklinikkina á Landssjúkrahúsinum, og fær at vita, at hon kann verða skrivað upp á bíðilistan har, ella at hon kann fara til privatu hoyriklinikkina »Hoyrnin«, har eingin bíðilisti er. Tað er tó við eini treyt. Velur hon at fara til »Hoyrnina«, verður stuðul bert veittur upp til 6000 krónur.
- Tað, sum tá manglar í, mátti eg gjalda sjálv, greiðir Anna Skæling frá.
Tá Anna hevur verið hjá Hoyrnini og hevur fingið gjørt tær kanningar, sum skulu gerast, er úrslitið greitt. Hon skal hava eitt nýtt hoyritól, ið kostar 11.900 krónur. Sostatt noyddist hon at gjalda heilar 4.900 krónur sjálv, meðan almenni stuðulin var 6000 krónur.
- Hetta haldi eg er for galið. Tá eg í 2002 fekk staðfest Méniéres sjúkuna, ið er eitt órógv á innara oyranum, sum ávirkar hoyrnina og balansuna, fekk eg eitt fínt hoyritól, sum eg haldi kostaði einar 12.000 krónur, og tá var gjørligt at fáa alt endurgoldið frá landinum. Men soleiðis er ikki nú, vísir Anna á.
Orsøkin til at stuðul bert verður veittur upp til 6000 krónur til hoyritól, er ein kunngerð, ið Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, setti í gildi tann 1. Januar í ár.
Í kunngerðini stendur: »§ 4. Umsøkjari, sum er 18 ár ella eldri, ið velur at nýta góðkendan privatan veitara av hoyritólum, kann í staðin søkja um stuðul frá Hoyriklinikkini á Landssjúkrahúsinum til keyp av hoyritóli sbrt. § 2, stk. 1. Stuðulin er í mesta lagi 6.000 kr. fyri hvørt hoyritólið. «
Sparingarnar líkjast ongum
Fyri eitt eldri par, ið livir av fólkapensjónini, kann ein slík útreiðsla vera tung at bera.
- Men tað klára vit hóast alt, sigur Anna.
Tó verður byrðan tung, tá útreiðslurnar raka á fleiri økjum í senn. Folmer Jørgensen, ið er 91 ára gamal, hevur eisini ymiskt at dragast við á gamalsaldrinum. Hann hevur diabetes og tekur hjartamedisin.
Tá tey fyri kortum skuldu hava heilivágin, var tað eisini ein størri rokning, tey fingu í hondina. Áður hava tey goldið tær fyrstu 600 krónurnar um kvartalið, men tá tey hesaferð fóru eftir heiliváginum, var rokningin upp á 1700 krónur.
- Det er jo helt over skyerne, sigur Folmer.
Harafturat hevði rokningin verið uppaftur størri, hevði kommunulæknin, Steen Larsen, ikki ansað eftir, og givið Folmer eitt bíligari hjartamedisin.
- So hevði rokningin verið omanfyri 2000 krónur, sigur Anna.
Ólukksáliga óreint
Anna og Folmer eru alt annað enn fegin um tær sparingar, ið verða gjørdar í hesum døgum. Tey eru á einum máli um, at sparingarnar verða framdar í skeivum stað.
- Tak nú bara lønina hjá løgtings- og landsstýrismonnum. Hana røra teir ikki, men í staðin leggja teir eftir okkum gomlu. Tað er ólukksáliga óreint at vit gomlu, sum bara hava fólkapensjónina at liva av, skulu verða harðast rakt, siga tey bæði.
Tá tey nú skulu hava bæði nýtt hoyritól og heilivág, umframt allar tær vanligu útreiðslurnar við el, olju, mati og annað, so verður tað tilsamans ein stór útreiðsla.
- Og so er tað eisini hatta kringvarpsgjaldið, sum er upp á 1800 krónur, sum akkurát er komið inn um dyrnar, vísir Folmer at enda á.










