Seinastu dagarnar hevur fabrikkin hjá Østrøm á Skálatrøð verið karmur um ein sonevndan "Boot camp" hjá "Nordic Innovation Marine Marketing Program".
Lesandi úr øllum norðurlondum, uttan Grønlandi hava arbeitt hart við verkætlanum, sum hava samband við sjómat og fisk.
Vinnandi verkætlanin var ein verkætlan um sporføri hjá fiskavørum.
Gestur Hovgaard og Magnús Már Einarsson vóru millum teir sum stóðu fyri hesum sonevnda "Boot camp" á Østrøm
Undir greinini ber til at hoyra samrøður við Gest Hovgaard og Magnús Már Einarsson, har teir greiða frá tí, sum er farið fram á Østrøm seinastu dagarnar.
Undir greinini er eisini ein kykmynd av røðuni, sum Johan Dahl, vinnumálaráðharri helt fyri luttakarunum. Røðan hjá Johan Dahl var á enskum, tí har vóru finnar og nakrir av íslendingunum, sum ikki standa seg í teimum skandinavisku málunum.