Væleydnaður leikur í Perluni

Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn
-----

Ungdómurin á Margarinfabrikkini í Havn hevði eina væleydnaða frumframførslu í Perluni leygarkvøldið. Leikurin, sum ungdómurin sjálvur hevur skrivað og sett upp saman við serkønum, var hugvekjandi og væl úr hondum greiddur.
”Kennir tú Margar” er leikur við tónleiki, sjónleiki, sangi og dansi. Tey ungu á Margarinfabrikkini syrgja fyri øllum hesum í eini góðari samansjóðing.
Innihaldsliga snýr leikurin seg um forelskilsi, hjartasorg, yvirstremban, hjúnaðarskilnað, keðsemi og bólkin mótvegis tí einstaka.
Ein stóran part av vetrinum hava eini 50 ungdólk arbeitt við verkætlanini. Tað stóra takið man hava verið at avgera, hvørji evnini í leikinum, skuldu vera, og hvussu tey skuldu viðgerast.
Meginparturin av tí talaða innihaldinum var tikin upp á video, har tey ungu søgdu sínar ymisku hugsanir um tey ymsu evnini. Hesar videomyndir verða so vístar og kryddaðar við leiki og sangi, dansi og ymsum rørslum á gólvi, palli, í trappum og uppi á svalanum.
Tey ungu seta sær nógvar spurningar um lívið, sína familju, sínar vinir og seg sjálvan. Ein av setningunum, sum kom fyri í leikinum, var, at tú veitst ikki, hvussu tú ert, fyrrenn tú ert vorðin ein annar.
Leikurin verður tikin upp aftur fleiri ferðir hesar komandi tvær vikurnar, og vit kunna ikki annað enn viðmæla, at fólk fer sær ein túr oman í Perluna at lýða á.
Hetta er størsta verkætlan, sum Margarinfabrikkin hevur tikið stig til nakrantíð. Endamálið er at seta fokus á kenslur og ungdómslív, samstundis sum tey ungu fáa víst sínar listarligu gávur.
Starvsfólkini í Margarinfabrikkini Petur Háberg, tónleikari, Beinta Clothier, sjónleikari og Gunn Joensen, dansari hava staðið aftanfyri tey ungu um verkætlanina.