Væleydnaður landsdystur

Løgreglan í Runavík fegnaðist eisini eftir landsdystin móti Slovenia, men tað var eisini tí, at alt hevði gingið sum eftir ánni, sigur vakthavandi

Størsti trupulleikin hjá løgregluni í Eysturoynni plagar at vera ferðslan til og frá Svangaskarði, tí har er bert tann eini vegurin út á Toftir. Tí plagar tað at taka sína tíð, at sleppa avstað aftur aftan á dystin og dagurin í gjár var einki undantak í so máta, sigur vakthavandi á støðini í Runavík.

- Men tá tað er sagt, so skal dentur leggjast á, at tað gekk sera væl. Ferðslan gekk kanska eitt sindur seint fyri seg, men hon gekk væl. Har var einki at seta fingurin á yvirhøvur, sigur vakthavandi.

Hann greiðir annars frá, at løgreglan, sum eisini er til staðar tá dystur er á Svangaskarði, mátti taka sær av einum manni, sum hevði fingið ov nógv innanborða. ? Tað er keðiligt, at fólk ikki duga sær hógv, tá tey drekka og fara til landsdyst, so tí mátti eg sita her og ansa eftir drukna manninum, sigur vakthavandi, sum ikki dylir fyri, at hann heldur kundi hugsa sær at verið á Svangaskarði og sæð skotið hjá Øssuri.

Drukni maðurin varð lagdur í ein kliva á støðini, og har slapp hann at liggja til einaferð út á kvøldið, tá hann var vorðin so mikið edrúur, at løgreglan kundi seta hann út á gøtuna.