Væleydnað útoyggjastevna

    

Útoyggjastevnan í Kalsoynni 14. juni, eydnaðist sera væl.
Nógv útoyggjafólk hittust til gaman og álvara, og væl var fyriskipað. Bygdarfólk, fólk við tilknýti til bygdirnar og feløg í bygdunum løgdu stóra orku í, at alt skuldi ganga so væl, sum til bar. Ein tøkk til øll hesi fyri tað. Eisini ein tøkk til tey sum stuðlaðu tiltakið fíggjarliga.
Øll, sum komu í oynna, vóru væl móttikin, har treyt einki, og blíðskapurin var sera stórur. Tá stevnan var av, og útoyggjafólk fóru hvør til sítt, vóru ung sum gomul samd um at hittast fjølment á Útoyggjastevnu í Hesti næsta summar.
Útoyggjafelagið hevur nú uml. 200 limir. Felagið fær góða undirtøku frá fólki í øllum landinum, eins og fleiri kommunur og stovnar eru ímillum tey, ið stuðla felagið.
Ársaðalfundur felagsins var hildin í Mikladali leygardagin. Nývalda umboðsráðið avgjørdi einmælt at velja tey somu í starvsnevndina komandi skeið fram til næsta aðalfund.
Í umboðsráðnum hjá Útoyggjafelagnum sita hesi:
Laura í Frammistovu umboð fyri Kirkju og Hattarvík, Óli á Geilini fyri Svínoy, Signhild Joensen fyri Trøllanes, Ragna Glerfoss fyri Mikladal, Fríða Isaksen fyri Húsar, Poulina Eliasen fyri Syðradal, Katrina Johannesen fyri Mykines, Bjørn Patursson fyri Koltur, Sanna Silvurstein fyri Hest, Harry Jensen fyri Skúgvi, Jógvan Jón Petersen fyri Stóru Dímun.
Signhild Joensen, Trøllanes, er formaður í umboðsráðnum og Harry Jensen, Skúgvi, er næstformaður.
Í starvsnevndini sita:
Óla Jákup úr Dímun, Stóru Dímun, formaður, Esbern úr Eyðansstovu, Mykines, og Olga Biskopstø, Klaksvík.
Útoyggjaskrivstova
Nógv umrødda útoyggjaskrivstovan sær nú dagsins ljós, men tað verður ikki við fullum seglum, sum felagið hevur lagt upp til.
Landsstýrismaðurin í útjaðaramálum, Eyðun Eltør, hevur játtað felagnum 100.000 kr. at arbeiða við í ár. Peningurin verður nýttur til at løna einum samskipara at arbeiða uml. hálva tíð, umframt til rakstur, so langt sum peningurin røkkur.
Hesin stuðul er kærkomin, tí felagið hevur nógvar arbeiðsuppgávur, umframt at fleiri verkætlanir eru undir fyrireiking. Hetta er tíðarkrevjandi arbeiði, sum má gerast í vanligari arbeiðstíð, og kann tí ikki bara byggjast á sjálvboðið arbeiði.
Aðalfundurin staðfesti hesa virkisætlan:
Mál at taka upp við avvarðandi myndugleikar:
?Farmaflutningurin (betur skipan)
?GSM-samskifti (at virka á øllum útoyggjum)
?Oljuspurningurin (virkin luttøka saman við kommununum á útoyggj, um at fáa skipan við oljuveiting)
?Samferðsla (framhaldandi samstarv við SL og virka fyri betri tyrlusambandi v.m)
?Samstarv við Heilsumálaráðið um ábøtur á heilsuskipanirnar

Byrja fyrireikan av størri verkætlanum:
?Framleiðsluhús (saman við m.a. Heilsufrøðiligu Starvsstovuni)
?Mentanarsøgulig landsløg (framhald av verkætlan)
?Bygdarhús verkætlan.