Væleydnað royndarframleiðsla við markið

Amerikanski oljurisin Chevron sigur nú frá, at royndarframleiðslan á Rosebankfeltinum, sum Sosialurin boðaði frá herfyri, hevur verið væleydnað, og at talan er um lætta og góða olju. Hetta kann vera byrjanin til eina útbygging beint við føroyska markið.

Chevron sigur í tíðindaskrivi, at royndarframleiðsla í avmarkingarbrunni tess á Rosebankkelduni hevur verið væleydnað. Oljan, sum er av góðum slag, rennur eisini sera væl. Talan er um eitt 80 føtur tjúkt oljulag. Rosebankkeldan, sum varð funnin í 2004, er á einum dýpi, sum er 3.700 føtur ella 1100 metrar, umleið 100 fjórðingar úr Hetlandi. Keldan er bert 8 fjórðingar frá føroyska markinum. Chevron sigur, at tá tey royndarframleiddu í brunninum, framleiddu tey 6000 tunnur um dagin. Talan er um góða og lætta olju.

 

At oljufundið er stórt og gott og helst ein kollvelting í oljuhøpi, tí eingin oljuframleiðsla er um hesar leiðir, benda úttalilsi hjá nýggja bretska oljumálaráðharranum á. Eingin mætari enn sjálvur oljumálaráðharrin ger viðmerking í tíðindaskrivi frá oljufelagnum. Malcolm Wicks sigur, at hetta fundið og væleydnaða royndarframleiðslan eru eitt sera lovandi signal, sum hann vónar kann skunda undir royndirnar hjá bæði oljufeløgum og myndugleikum at útbyggja bæði olju- og gassleiðir vestan fyri Hetland.

 

Stjórin í Chevron, Rick Cohagan sigur, at úrslitið er sera lovandi, serstakliga tá hugsað verður um torføra umhvørvið at arbeiða í. Tað ger tað eisini nógv meira sannlíkt, at felagið kann fara undir at hyggja at eini útbygging av feltinum. –Vit hava fingið sera góðar upplýsingar, sum eisini fara at hjálpa okkum at avgera tey komandi stigini á Rosebankfeltinum og á øðrum leiðum í hesum økinum. Her sipar hann m.a. uttan iva til loyvið, sum Chevron hevur á føroysku síðuni av markinum. Har visti Sosialurin at siga frá í vikuni, at Chevron í august fer undir eina stóra seismiska kanningarverkætlan, sum fer at fevna um 80% av føroyska loyvinum, ið á manna munni verður nevnd Súlan.

 

Chevron, Statoil, OMV og Dong hava brúkt nærum tvær milliardir krónur í hesa seinastu verkætlanina at bora avmarkingar- og metingarbrunnar á Rosebank fyri at vita, um talan er um eitt rakstrarverdugt fund. Hvat nú nógv bendir á, at tað er. Nú verður farið undir at bora triðja avmarkingarbrunninum í sama øki við boripallinum Transocean Rather. Hetta arbeiðið verður liðugt í november, tá BP so tekur yvir pallin at bora Williambrunnin á føroyskum øki.