Væleydnað rennitiltak í Suðuroynni

Um vikuskiftið var stórt rennitiltak í Suðuroynni, og teir umleið 80 luttakararnir, ið komu úr øllum landinum, fingu eina góða uppliving. Tiltakið VILT de Suðuroy fór fram um vikuskiftið. Runnið var í avmarkaðum teinum úr Sandvík til Sumbiar.

Umframt renning, upplivdu luttakararnir ymiskt annað. Fríggjakvøldið var aftankvirra í Vágs Kirkju, har bólkurin 4 tók lut. Umleið 300 fólk savnaðust í kirkjuni hetta kvøld.

Leygarkvøldið upplivdu luttakararnir nýggju countrystjørnuna Evi Tommysdóttir Djurhuus við bólki. Steintór Rasmussen tók eisini guitaran, og sangir hjá Frændum, Kulum Rótum og øðrum ljómaðu.

Sunnudagiin var gestablídni í Sumba, og suppa stóð fyri luttakarunum, tá teir komu á mál. Eisini kom kenda Arnfríð Hentze at heilsa uppá.

Sunnudagin sást stórt skip við bryggju í Vági . Tað var Norðborg, ið bíðaði eftir skipara og stýrimanni, sum runnu í Suðuroynni.

Eftir í huganum hava rennararnir eina góða uppliving, betraðar tíðir, hugnaligt prát, havsvimjing, kvirru, góðan mat og mangt annað.