Um vikuskiftið var musikkstevna í Trongisvági, har musikkskúlanæmingar og lærarar úr øllum landinum hittust. Endað varð við frálíkari konsert sunnudagin Vikuskiftið var merkt av tónleiki og hugnaligari samveru hjá mongum musikkskúlanæmingum, og foreldrum og lærarum teirra. Tey komu úr øllum landinum til Suðuroyar at venja, spæla og vera saman um vikuskiftið.
Otniel Nygaard, leiðari fyri Musikkskúlan í Suðuroynni, fegnaðist sunnudagin á endakonsertini um, at alt hevði gingið sum eftir ánni, hóast eini 200 fólk høvdu verið saman alt vikuskiftið, men hann takkaði samstundis foreldrabólkinum í Suðuroynni, sum hevði verið til hjálpar og gjørt tiltakið møguligt. Hann fegnaðist um, at ung úr øllum landinum á henda hátt kundu hittast við tónleikinum sum orsøk.
Konsertin sunnudagin í høllini í Trongisvági prógvaði, at væl var komið burturúr, og umframt sá út til, at øll hugnaðu sær og høvdu havt eitt gott vikuskifti.