Væleydnað musikkstevna

Sjey hornorkestur og eitt harmoniorkestur myndaðu musikkstevnuna 2003, sum varð hildin í Runavík Dýra Biðudag ? sjálvan 40 ára dagin hjá vertunum Nes Sóknar Musikkfelag

Marsjir, poppsangir, swing tónleikur, tað meira klassiska og negro spirituals. Tað er nakað av tí, sum var á skránni til musikkstevnuna í Runavík. Konsertin vardi í tríggjar tímar. Hon varð sett av Rodmundi Nielsen, borgarstjóra, klokkan tvey og síðani løgdu vertirnir fyri. Hetta var sum sagt 40 ára dagurin hjá Nes Sóknar Musikkfelag, og nýttu tey høvi til at heiðra nøkrum av limunum, sum høvdu verið longst við. Teir fingu allir heiðursbræv handað frá formanninum, Thorleifi Hansen.
Konsertin gekk fyri seg í ítróttarhøllini í Runavík, og hon var væl fyrireikað. Ein stórur pallur varð gjørdur, har trý orkestur sótu. Og so sat eitt á gólvinum. Hesi fýra løgdu so út í hesi raðfylgju: Vertirnir fyrst undir leiðslu av Kenneth Jones, síðani Sørvágs Tónleikarafelag og Vestmanna Hornorkestur undir leiðslu av Steve Foggin, síðani einasta harmoniorkestrið, GHM undir leiðslu av Eric Kidd og seinast í fyrru hálvu Klaksvíkar Hornorkestur undir leiðslu av Ulf Nordlund. Sum sagt sótu øll fýra orkestrini tilreiðar at spæla á pallinum og gólvinum, hetta stytti nógv um, tí í staðin fyri at orkestrini skiftu so hvørt, so var bert tað eina skiftið í einum longri steðgi, tá hini fýra orkestrini sessaðust. Tey vóru Vestmanna Hornorkestur og Sørvágs Tónleikarafelag undir leiðslu av Steve Foggin og Tvøroyar Hornorkestur undir leiðslu Jens Knudsen, Fuglafjarðar Hornorkestur undir leiðslu Ken McLeod og Havnar Hornorkestur undir leiðslu av Ova Olsen á pallinum.

Útlendskir gestir
Tað ber illa til at taka nakað fram um nakað, men nevnast mugu tó gestirnir hjá Klaksvíkar Hornorkestri, sum rættiliga settu dám á konsertina við teirra framúrskarandi framførslu. Dixie eitur bólkurin, og í honum spæla ungir normenn, sum allir ganga á musikkonservatorium. Teir høvdu eina flotta og lívliga solo-framførslu í tí eina stykkinum, sum Klaksvíkar Hornorkestur framførdi, That´s a Plenty. Seinni um kvøldið spældu teir eisini til veitsluna.
Og GHM hevði somuleiðis ein útlendskan gest. Tað var dirigenturin hjá teimum. Hann eitur Eric Kidd og er skoti.
Øll orkestrini høvdu umleið fimtan minuttir í part til teirra framførslu, og tað var sera hugaligt at sita sum áhoyrari, tí tað var ongin ivi um, at øll orkestrini høvdu gjørt teirra besta og ítarsta til henda dagin, so at júst teirra framførsla skuldi verða so góð sum til bar. Frásøgumaður var Martin Mouritsen. Alt gekk væl, alt klappaði, og tær tríggjar felagsframførslurnar vóru prikkurin. Í fyrru hálvu spældu tey fýra orkestrini vakra lagið Onki er sum summarkvøld við strendur. Og tað var ikki frítt, at hárini reistust, meðan tónarnir frá teimum mongu spælarunum fyltu alla høllina bæði væl og virðiliga. Í seinnu hálvuni spældu hini fýra orkestrini Dimmið - Nú nemur náttin við smærur. Eisini eitt avbera vakurt lag, sum varð einastandandi væl framført. Og at enda, tá ið Havnar Hornorkestur var liðugt við sína framførslu, spældu øll luttakandi orkestrini tveir marsjir saman. Sons of the Brave og Slaidburn.
Ein avbera væleydnað konsert var komin at enda, og lógvabrestirnir vóru nógvir og harðir. Áhoyararnir vóru vælnøgdir, og tað lat til, at spælararnir eisini vóru glaðir um konsertina. Einstøk avrik sum felags.
Ljóðgóðskan var í toppi, og at orkestrini vóru so væl fyrireikað gjørdu sítt til, at Musikkstevnan 2003 kann av sonnum sigast at vera ein av teimum bestu.
Seinni um kvøldið varð veitsla hildin í B68 húsinum á Toftum.