Væleydnað minnishald um V. U. Hammershaimb

Í samband við at tað í gjár vóru 100 ár síðan V. U. Hammershaimb doyði, skipaði Vága kommuna í dag fyri minnishaldi í Sandavági. Byrjað varð við guðstænastu í Sandavágs kirkju, har Jógvan Fríðriksson, biskupur, prætikaði.

Eftir guðstænastuna var farið niðan til minnisvarðan yvir V. U. Hammershaimb, har Jógvan Sjúrður Hansen, varaborgmeistari í Vága kommunu, helt stutta røðu og legði krans.

Seinnapartin var samkoma í skúlahøllini á Giljanesi, skráin var fjølbroytt. Har var felagssangur, Jóhan Hendrik Winther Poulsen, helt fyrilestur um V. U. Hammershaimb og málið, Heini F. Petersen hugleiddi um tíðina og umhvørvið á Steig, Turid Sigurðardóttir tosaði um ?Samljóð og misljóð?, eisini setti Vágakórið sín dám á løtuna í skúlahøllini.

Skúlahøllin var fullsett.

Sí myndir frá minnishaldinum á www.joanisnielsen.fo