Væleydnað listaframsýning í Norrkøping

Sum liður í vinarbýarsambandi millum Klaksvík og Norrkøping, er fingin í lag áhugaverd listaframsýning á Ríkisbókasavninum í Norrkøping, sum lat upp hósdagin.

Norrønnafelagið í Norrkøping hevði fingið til uppgávu at fyriskipa øllum tí praktiska í samband við framsýningina. Framsýningin varð latin upp á tignarligum støði við ongum verri enn mentanarnevndar-formanninum í Norrkøping Lennart Jansson, sum við hópin av tænastufólki møtti upp m.a. Monica Rosander leiðari fyri internationalum samhandli og Bjørn Johansson kommunaldirektøri. Eisini spældi eitt Jazz-orkestur við ungum sera dugnaligum næmingum frá ungdómsmusikkskúlanum í Norrkøping. Síðan spældi Pætur við Keldu spældi klaver m.a. við løgum úr nýggju fløgu síni Simplicity, sum fagnaði áhoyrarunum væl.

Talan er um tey bæði Archibald Black og Magnu Auðunsson, sum skulu sýna fram á hesum kenda stað, har dagligi fólkasteymurin liggur um eini 5000 fólk.

Tað vóru nógv vøkur orð áskoðarnir høvdu at bera hesum evnaríku og lítilætnu listafólkunum úr Klaksvík ? Serskild list, vakrir litir, ?kul?, flott motivir, hvar hava tit lært, etc. Í vissini um, at talan mátti vera um fulltíðar listarfólk, spurdi ein sera áhugaður hyggjari spakuliga Archibald, um hann var millióningur. Tá ið Archibald varsliga vísti aftur at hann var millióningur, orsaka av málningalistini, men at seyðurin og hamarin, saman við konuni helt honum uppi, var svarið sannførandi frá svianum: ?..Så bli´r du det snart?!

Listafelagið í Norrkøping Kronen við m.a. Åke Bjurhamn og Bo Olls, sum m.a. hevur prýtt De Geerhøllina í Norrkøping við skulpturum, var eisini komið at vitja framsýningina og stóðu teir eisini spyrjandi, tá ið talan ?bert? var um frítíðarlistafólk. Teir bóru framsýningini nógv lovorð og hildu at Føroyar mátti vera eitt sera kveikjandi stað. Og ikki gekk leingi til at nøvn og adressur vóru latin hvørjum øðrum við avtalu um, at ?next stop? var framsýning í Klaksvík.

Teir buðu altráðir inn í felagshøli teirra Kronen, har listaprátið gekk so listiliga. Frá kommununi leiga teir sera sámiliga rættuliga rúmlig listaverkstøð, har hvør maður hevur sítt egna verkstað ? Heili 20 verkstøð eru í tveimum húsum. Tí dugdu teir illa at skilja, at so góð list kom úr einum kjallara ella undan einum lofti í Føroyum.

Tað var ikki sørt, at hesi bæði lítilætnu listafólkini úr Klaksvík fóru eitt sindur errin heim til hús hetta kvøldið, eftir stravnar dagar við at hanga myndir upp - Stirkt og vissað um, at talan eisini var um dugnalig listafólk úr Klaksvík, sum vóru komin til henda kenda og ríka bý, sum hýsir 122.000 fólkum, ericon, Holmen Pappírverksmiðjuna, lunnavagnum og einum sera virknum og breiðum mentanarlívi.

Norrønnafelagið hevur í dag skipað fyri tíðindafundi á Ríkisbókasavninum. Eisini hevur eitt Føroyinga-kvøld verið, har ein rættur Føroyavinur Ann-Charlotte Johansson læs upp yrkingar, týddar til svenskt og greiddi hugtakandi frá hvussu Føroyar høvdu bergtikið hana, og at har búi eitt serstakt fólk við ríkum siðaarvi og við vissuni um, at ?her er verðsins nalvi?..

Pætur við Keldu spældi klaver og greiddi frá nýggju fløguni. Dávur Winther greiddi við vøkrum mynda- og talleiki umvegis telduvørpu frá vinnu- og mentanarlívinum í Klaksvík og Føroyum í síni heild.

Ferðin er eisini komin í lag við hollum stuðli frá vinnulívinum í Klaksvík og úr meginøkinum annars; og varð víst á henda táttin sum umráðandi og tíðandi í einum framkomnum samfelag, har mentan eisini er ein ?økonomiskur faktor?, sum tikið verður til.