Formaður í Kiwanis Tórshavn, Sofus Borðoy, er óguliga væl nøgdur við tingið, sum var á Hotel Føroyum um vikuskiftið. Hann sigur, at alt gekk eftir ætlan.
Á tinginum skuldu allir felagsskapirnir í Føroyum og í Íslandi leggja fram sína uppgerð yvir farna árið. Harumframt verður ein 1-ára ætlan løgd, har sett verður út í kortið, hvussu hjálpast skal komandi árið. Eisini verður ein longri 5-ára ætlan gjørd.
Kiwanis er ein hjálparfelagsskapur, sum serliga leggur seg eftir at hjálpa børnum við peningagávum ella keypi av lutum.
Fleiri limir
Sofus Borðoy sigur, at felagsskapurin fegin vil hava fleiri limir. Í hesum sambandi fer Kiwanis í heyst eftir ætlan at seta fleiri felagsskapir á stovn úti um landið.
Enn er Kiwanis bara í Havn, og tí eru flestu limirnir í høvuðsstaðnum, men hetta skal eftir øllum at døma broytast.
Sofus Borðoy heldur, at stórur tørvur er á tí hjálpararbeiði, sum Kiwanis fremur í Føroyum, og tí hevði verið gott við fleiri limum.
Hetta er fyrstu ferð, at Kiwanistingið í umdøminum Ísland-Føroyar er hildið í Føroyum, og ætlanin er, at tingið verður 10. hvørt ár her á landi. Orsøkin er, at íslendarar hava verið so avbera væl nøgdir við fyriskipanina av hesum tinginum.