Jólasølustevnan hjá VB er vorðið afturvendandi tiltak. Í ár vitjaðu, eins og undanfarin ár, nógvir handlar og fyritøkur norðanífrá, fyri at vísa suðuroyingum, hvat tað nýggjasta á júst teirra økið er. Og eisini handlar í Suðuroynni vístu fram. Og tað vóru bæði bilar, gávulutir, innbúgv, prýði, klæði og brúkslutir, ið vístir vóru fram. Har var okkurt til tey flestu, bæði stór og smá.
Til eygu og oyru
Og talið av vitjandi var eisini sera stórt. Ásgerð Stenberg, forkvinna í mentanarnevnd Vágs Býráð, setti stevnuna fríggjadagin og á pallinum um vikuskiftið vóru m.a. mótasýningar og tónleikaframførslur, har Brandur Enni sang sínar vælkendu sangir og eisini Guðrun Jacobsen sang vakrar og nútímans sangir.
Áðrenn Henrik Old, løgtingsmaður, endaði stevnuna sunnukvøldið við røðu, var eitt sera forvitnisligt tiltak á skránni. Bæði lands- og býráðspolitikarar, við tilknýti til Vág, høvdu málað hvør sín málning, sum fólk høvdu høvi at bjóða uppá. Býráðspolitikarar og løgtingsmenn og landstýriskvinnan við mentamálum, Annlis Bjarkhamar, høvdu málað. Listarliga góðskan var á heilt góðari leið í nógvum førum, men kanska var ójavnt, um farast skal eftir keypiáhuganum, tí í hvussu var svingaðu boðini frá 200 krónum og upp til 1000 krónur.
Ein væleydnað jólastevna fór framvið og hol er sett á jólahugnan. Summi eru eitt vet lættari í aftara brókalumma, summi kanska ein bil ella annað ríkari, men øll eitt upplivilsi ríkari, har nóg mikið var til bæði eygu og oyru.