Tað var hugnaligt og fjálgt á bókasavninum í Klaksvík mánakvøldið, tá Bjørg Fjallsbak og Tina Purkhús lósu søgur fyri børnum og vaksnum.
Livandi ljósini settu ein eyka dám á hesa serstakliga hugnaligu løtu.
Børnini, eini 50 í tali, sótu so fitt á gólvinum, meðan Bjørg las fyri teimum um jólatræið hjá mumifólkunum.
Hetta var eitt sindur øðrvísi enn at sita fyri sjónvarpinum og síggja teknifilm, og heilt vist hevur eitt slíkt kvøld styrkt hugflogið hjá børnunum.
Eftir søguna sluppu børnini at tekna og seta lit á mumimyndir, og tá fóru tey vaksnu inn í lesistovuna at hoyra Tinu lesa søguna; ?De stumme gæster?.
Síðani var kaffi, saft, piparnøtur og siropskøkur at fáa. Bæði vaksin og børn hugnaðu sær óført, og stuttligt var at hitta fólk, tú sjáldan hevur høvi at skifta orð við.
Mánamorgunin var eisini upplestur fyri børnum á bókasavninum. Tá vóru tað skúlabókavørðarnir, ið skipaðu fyri søgulestri fyri triðju flokkunum úr skúlunum á Ziskatrøð og við Ósánna.
Annika Egholm, sum er leiðandi bókavørður á Klaksvíkar Bókasavni, sigur, at eitt slíkt kvøld hevur stóran týdning fyri bókasavnið.
Fólk, ið ikki vanliga ganga á bókasavnið, koma við børnum sínum; og tá tey hava verið einaferð, vitja tey gjarna aftur, sigur hon.
Klaksvíkar Bókasavn hevur árliga um 25000 útlán til góðar 3000 lánarar