Væleydnað gospelkonsert

Leygarkvøldið skipaði HeimaMissiónsUngdómur (HMU), fyri einari gospelkonsert í Runavík. Hetta er fyrstu ferð at HMU skipar fyri slíkum tiltaki. Og sigast má, at tað var væleydnað. Eini 1000 fólk høvdu leitað sær inn í Ítróttarhøllina at lurta eftir VOX, MMM og I Am

 

KONSERT

Elinborg Joensen




Leygarkvøldið skipaði HeimaMissiónsUngdómur (HMU), fyri einari gospelkonsert í Runavík. Hetta er fyrstu ferð at HMU skipar fyri slíkum tiltaki. Og sigast má, at tað var væleydnað. Eini 1000 fólk høvdu leitað sær inn í Ítróttarhøllina at lurta eftir VOX, MMM og I Am

Fyrst á pallin var ungdómskórið VOX, ið fyri tað mesta er mannað við ungdómi úr Eysturoynni. Men eisini eru nakrir sangfuglar aðrastaðni frá. Og sangfuglar er rætta orðið um kórið. Rútmisku gospeltónarnir saman við hesum frálíku røddum, bergtóku áhoyrarafjøldina. Tónleikararnir, saman við kórleiðaranum Ásbjørn Berthelsen, hava eisini rós uppiborið. Lógvabrestirnir hoyrdust, bæði meðan kórið sang, og ikki minst aftaná. So væleydnað var framførslan, at tey vórðu rópt uppaftur á pallin. Kórið hevði bert enskar sangir á skránni, men tað hevði tó ongan týdning, tí áhoyrarafjøldin fyri tað mesta var ungdómur.

Næst vóru MMM úr Vágunum, sum eisini hava luttikið í Prix Føroyum. Tey framførdu alt frá gospel/ rock tónleiki til ein peppaðan ?Tú alfagra land mítt?! Summi løg ið tey spældu, vóru kend løg, ið aðrir bólkar hava givið út, t.d. ?Testify? hjá Avalon, This little light of mine, og aðrir. Men eisini vóru nýggir sangir, ið fyrstu ferð vóru framførdir á Prix Føroyum. Heldur ikki her sluppu áhoyrararnair at standa hendur í lumma. Um teir ikki hoppaðu áður, so máttu teir nú røra seg kortini. MMM gjørdi ikki mætari enn at tríva í ?Høvur, akslar, knø og tær?, meðan áhoyrararnir gjørdu tekn til. Tey duga framúr væl at improvisera. Tað var t.d. neyvan ætlanin at syngja tjóðsangin. Her komu teirra tónleikaligu evni rættiliga til sjóndar. Tey eru óføra góð, til at fáa áhoyrararnar at liva seg inn í tónleikin. Ein sera væleydnað framførsla.

Ein steðgur var, har ein kundi ogna sær fløgur og bøkur. Eisini vóru vaflur og ein kaffimunnur til keyps. Og allatíðina kundi ein keypa sær sodavatn, og annað at leska seg við

Áðrenn I Am fór á pallin, hevði Finn Johannesen úr Klaksvík eina andakt. Hann legði út við at vísa eitt kynstur, har hann fekk fyrst ein, og síðani tveir og tríggjar gullfiskar - úr pappíri væl at merkja - at hoppa ímillum trý bond. Hann snýtti okkum øll. Vit skiltu ikki, hvussu hann fekk fiskarnar at hoppa ímillum bondini.

Somuleiðis er tað ein annar ið roynir at snýta okkum. Hann eitur Illimaður. Hann roynir alt hvat hann kann at fáa okkum burtur frá okkara kristnu trúgv. Síðani vísti hann okkum eitt brot úr einum sangi hjá DC-talk, við videokanón. Brotið ljóðar soleiðis: ?What if I stumble, and what if I fall? What if I lose my step, and I make fools of us all? Will the love continue, when my walk becomes a crawl? What if I stumble, and what if I fall? Á føroyskum ljóðar hann nakað soleiðis: ?Hvat um eg snávi og falli, hvat um eg missi fótafestið, og geri øll til neyðardýr? Heldur kærleikin fram, tá ið eg krúpi ístaðin fyri at ganga? Hvat um eg snávi, og hvat um eg falli

Hann helt fram: ?Fyri tveimum árum síðani, var eg nær deyðanum. Lívstráðurin kundi verið kvettur, tá eg var 21 ára gamal. Eg lá í briminum í Mikladali, tí eg var áhaldsin og datt. Vinmaður mín sá meg koma undan, men so var eg undir aftur. Tá bað eg til Guð, og segði at nú kundi eg ikki meira, men tú kanst. Tá fekk eg føturnar á klettin, men alt í einum kom brimið, og tók meg útaftur. Vinmaður mín sá meg ikki longur, men Guð misti meg ikki úr eygsjón. Tá klintraði eg upp í gjøgnum bergið, og eg var bjargaður. Heimafturkomin opnaði eg bíbliuna á einum tilvildarligum stað. Tað fyrsta eg lesi, eru orðini úr sálma 40. ?Eftir Harranum eg havi trúliga bíðað, og hann seg boygdi til mín og hoyrdi mítt róp. Hann dró meg upp úr undirgangsins djúpi, úr tí botnleysa díki; hann setti mínar føtur á klettin og gjørdi føst míni fet.?

Á sama hátt, bjargar Guð okkum tá Illimaður hevur snýtt okkum, og vit snáva og falla. Tá setir hann okkara føtur á klettin sum eitur Jesus. Og tá hevur Illimaður einki vald. Tað kann vera so skjótt at okkara lívstráður verður avkvettur. Tá er tað umráðandi, at okkara føtur standa á klettinum Jesus.?

Eftir andaktina kom I Am á pallin. Og nú ?flippaðu? áhoyrararnir rættiliga út. Lógvabrestirnir hoyrdust frá fyrsta til síðsta minutt. Og serliga tá sangurin ?Alla leið? varð spældur. Ei undur í, hann hevur jú ligið á ovastu rók í 15 teimum bestu. Og ikki bert tað. Orðini eru persónlig, og kristni boðskapurin kemur til sín rætt. Tað er eisini eitt pluss, at sangurin er føroyskur, so at øll kunnu skilja tekstin. Annars vóru ølll løgini á enskum. Í løtuni er I Am, helst tann fremsti gospelbólkurin í landinum. Teir komu víðari í innleiðandi Prix Føroyar umfarinum á Strondum.

Tá I Am-manningin hevði spælt eina løtu, kom VOX upp aftur á pallin. Hesaferð saman við I Am. Tað ljóðaði vakurt tá tey sungu ?Kærleiki er tað eg gevi tær..?. Ein slóðbrótan innan gospelrock- og rútmiskan kórtónleik

Allir bólkarnir komu væl frá tí, hóast tað átti at verið ein skrá, so ein lættari kundi hildið skil á, og eisini aftaná kundi minst til, hvat var á skránni. Samanumtikið var hetta eitt væleydnað tiltak, ið vit vónandi fara at síggja meira til í framtíðini.