Væleydnað gallaveitsla í Vági

Ikki færri enn 300 hondbóltsfólk høvdu leitað sær til Vágs leygarkvøldið, har VB hevði pyntað og gjørt klárt til tað heilt stóra gallabrakið. Nógv fingu heiður og æru, og best av øllum vóru Adina Petrea og Jugoslav Djumic

Tað er neyvan ov nógv sagt, at tey í Vági kanska hava drúgvastu royndirnar at skipa fyri stórum veitslum fyri ítróttarfólkum. Í øll­um førum megnaðu tey enn eina ferð at vísa, at tey duga at skipa fyri, tí alt gekk sum fótur í hosu leygar­kvøldið, tá hondbólturin hevði sína árligu gallaveitslu.
Høllin var vakurt pyntað og dekkað upp, undirhaldið koyrdi væl og ikki minst gekk ótruliga skjótt og smidliga við matinum, hóast veitslufólkini vóru yvir 300 í tali. Her var talan um fyrireikingar og avgreiðslu til eitt reint UG!
Nógvir av gestunum komu suður seinnapartin leygardagin, nakrir um morgunin, umframt at onkrir eisini vóru farnir suður fríggjakvøldið. Teir best »fyrireikaðu« veitslu­gest­irnir mundu tó vera nakrir av koll­firðingunum, ið longu hóskvøldið vóru farnir til Vágs, so teir ikki skuldu forsøma nakað…
Sum altíð, so var størsti áhugin fyri, hvørji høvdu fingið heiður og æru eftir ein langan og góðan hondbóltsvetur, og her var talan um bæði teir vanligu heiðrarnar til tey bestu í fleiri bólkum, umframt at landsliðsvenjararnir hjá kvinnum og monnum komu við sínum boði upp á ársins lið.

Adina og Djumic
Ikki óvæntað, so struku føroya­meistararnir – bæði kvinnur og menn hjá Neistanum – í posa og sekk, men kortini ikki heilt, tí eisini onnur sluppu upp í part her og har. Hjá kvinnunum vann Tjaldur sum steypavinnari eisini nógv, meðan tað kanska var merkisvert, at Stjørnan, sum bæði í steypa- og landskappingini tapti sínar finalur, stóð eftir við ongum.
Tá tað kom til ársins spælarar, sum er størsti heiðurin av øllum, gjørdist tað hjá kvinnunum Adina Petrea í Tjaldri, sum vann í kapp­ing við Jacklin Durhuus og Barbaru Brauer í Neistanum, og hjá monn­unum vann Jugoslav Djumic í Neistanum á liðfelaganum David Edvardsen og Áka G. Olsen í VÍF. Hvørki Adina ella Jugoslav vóru til staðar í Vági leygardagin.
Eftir borðhaldið helt veitslan fram til fram ímóti morgni, og lagið var tað allarbesta frá byrjan til enda. Enn er ikki greitt, hvør vil taka stafettina og skipa fyri næsta ár, men uttan iva fer onkur at halda seg framat, tá avtornar, tí henda gallaveitslan er hin best passandi endin á langa hondbóltsvetrinum.