Væleydnað Galla kvøld í Runavík

Leygarkvøldið varð skipað fyri einum øðrvísi hugnakvøldi í ítróttarhøllini í Runavík. Á skránni var gallamótasýning við make-up, hár, tatoo og mótaklæðum, Kjell Elvis undirhelt við sangi, og Countrybólkurin úr Klaksvík spældi til dans. Uml. 700 fólk vóru komin saman til hetta tiltakið, sum ivaleyst ikki er tað síðsta av hesum slag.

Orð og myndir:

Jonhard Hammer


Klokkan 19.00 leygarkvøldið var ítróttarhøllin í Runavík fullsett av eysturoyingum, ið ikki vóru sørt spentir og forvitnir eftir at vita, hvat fór at henda.

Og øðrvísi gjørdist hetta hugnakvøldið fyri eysturoyingarnar. Byrjað varð við einum mótashowi við barnaklæðum, og sigast má, at hetta komu børnini væl frá. Serliga vóru  tað framførslurnar hjá Ítrótti á Glyvrum og Hjá Sannu, ið vóru væl fyrireikaðar. Børnini framførdu fittar dansir, gjørdu fimleik og brúktu ymisk leika, fyri at gera alt meiri stuttligt á pallinum. Hetta var sera áskoðaravinarligt, og stuttligt var at síggja hvussu væl børnunum dámdi at vera á pallinum.

Aftaná børnini, komu tey vaksnu inn á pallin við hár- og klædnamóta. Tað sást týðuliga, at tey vaksnu høvdu vant at ganga á pallinum, tí teirra framførsla var nógv meira stílfull enn til eina vanliga mótasýning. Tó skal sigast, at mótasýningin gjørdist nakað drúgv fyri áskoðararnar, og betri hevði ivaleyst verið um okkurt stuttligt innslag kom innímillum.

Síðani var borðreitt við grýturætti v/flutes og dessert. Øll høvdu á munni, at dessertin var góð, men grýturætturin gagnaðist ikki øllum. Tað er sjálvandi trupult at gera mat til so nógv fólk, men tað er óheppið, at maturin ikki gagnast áskoðarunum, sum hava roknað við at fáa ein góðan nátturða/døgurða til eitt tílíkt tiltak.


Kongurin á pallin

Nú var tann løtan komin til at The King skuldi koma á pallin. Kjell Elvis var ílatin sum Elvis, í einari ljósabláari drakt við belti, og skjúrtan var knappað upp. Kjell Elvis var sera væl móttikin í høllini, og fólk, serliga damurnar, reistu seg upp og skríggaðu. Nakrar ungar damur úr Eysturoynni vóru so bergtiknar av honum, at tær fóru fram til pallin og dansaðu framman fyri honum. Onkur var so heppin at fáa ein koss á kjálkan frá Kjell Elvis, og tað vóru fleiri damur í høllini, sum vóru øvundsjúkar. At hoyra Kjell Elvis var eingin tónlistarlig uppliving, men hetta var eitt frískt tiltak, og fólkini í høllini hugnaðu sær óført.


Gott tiltak men...

Tey flestu, sum vóru til gallasýningina, vóru sera væl nøgd við tiltakið. Tað var sera hugnaligt inni í høllini. Pallurin var sera vakur, og handlanir á eystara armi á Skálafjørðinum vístu, at teir ikki standa aftanfyri nakran, tá ið tað ræður um at vísa mótaklæðir. Ljósið og ljóðið riggaði eisini sera væl, og týðiliga sást, at ljóð- og ljósmenninir høvdu gjørt eitt gott arbeiði. Tað vóru 85 ljóslampur til mótasýningina, og tað stýrdi ljósmaðurin Jesper meistarliga.

Tað er sjálvandi okkurt, sum kundi verið øðrvísi, t.d. skuldi okkurt undirhald verið undir borðhaldinum. Harumframt var leingi at bíða til tatoo-modellinar komu inn, og tá ið tær komu á pallin, vóru fólk skuffaði, tí tað var torført at fáa eygað á tær tilgjørdu tatoveringarnar.

Gallasýningin var tó eitt væleydnað tiltak, sum Jørna Mikkelsen skipaði fyri. Vónandi verður hetta eitt afturvendandi tiltak, tí tað er alt ov sjálvdan, at eysturoyingar hava nakað at fara út til í oynni.