Væleydnað fjarðastevna

Fyrsta fjarðastevnan í søguni er farin afturum bak, og eru fyrireikararnir stak væl nøgdir við úrslitið. Teir leggja tó dent á, at hetta hevði ikki latið seg gjørt uttan tann holla stuðul teir hava fingið frá øllum

Strendur: Um vikuskiftið var fyrsta fjarðastevnan hildin nakrantíð, og varð hon hildin á Strondum. Fyriskipararnir eru væl nøgdir við stevnuna, og halda teir, at bygdarfólkini eisini vóru glað fyri hana.
? Stevnan hevur gingið ótrúliga væl. Mánadagin vóru tríggjar vikur síðani vit byrjaðu at fyrireika stevnuna, so tað hevur rigga heilt væl, og fólk hava verið væl nøgd, sigur Albert Abrahamsen, sum er ein av fyrireikarunum.
? Hesuferð høvdu vit eisini nógv meira á skránni enn vit plaga, og nógv spennandi tiltøk vóru. Til dømis høvdu vit eina café leygarkvøldið, har vit høvdu roknað við eini 80 fólkum. Men tá alt kom til alt, vóru tað eini 250 fólk, sum komu inn á gólvið.

Kappróður
Fyrsti FM-kappróðurin var so eisini á Strondum um vikuskiftið. Hann gekk væl, veðrið var gott og umstøðurnar vóru ógvuliga góðar til róðurin.
? Vit fingu hósvíkingar at hjálpa okkum at leggja málið og so víðari, og teir hjálptu ótrúliga væl. Onki varð klárt fyrr enn fríggjakvøldið, og hósvíkingar eiga eina stóra tøkk uppiborna fyri hjálpina, sigur Albert Abrahamsen.
Hann dylir ikki fyri, at stuðlararnir og hjálpararnir til stevnuna hava verið nógvir, og leggur hann dent á, at uttan tann holla stuðulin frá kommunu, fyritøkum, einstaklingum og ikki minst bygdarfólki, so hevði stevnan ikki latið seg gera.
Skipað var eisini fyri eini málningaframsýning, har ymsir persónar skuldu mála ein málning, sum síðani varð seldur á uppboðssølu. Har var tað Bergur í Garði, sum gjørdist toppskorari, tí hansara málningur varð seldur fyri 4100 krónur.
Nógv spennandi hevur verið at farið til, og siga fyrireikararnir, at øll tiltøkini hava verið væl vitjað.
? Stevnan hevur eydnast nógv betri enn vit høvdu væntað, og tað eru vit ógvuliga glað fyri. Men tað hevur eisini verið strævið. Tær seinastu vikurnar hevur verið arbeitt til klokkan 3-4 á morgni, men nú vit síggja úrslitið, so eru vit bara glað, sigur Albert Abrahamsen.
Næstu ferð fjarðastevnan verður á skránni, verður tað í Vestmanna. Og síðani á Skála, so Strendur eiga ikki tørn aftur fyrr enn um trý ár.