Klaksvík:
Tiltakið varð hildið í gomlu fimleikarahøllini, sum ikki verður nýtt til tað stóra longur, men hon vísti seg at vera stak væl egnað til hetta endamálið. Fyrireikararnir báðir, Finn Johannessen og Magnus Joensen, vóru ovfarnir av góðu undirtøkuni. Heili 450 atgongumerki vóru seld, og tríggjar framførslu vórðu hildnar.
? Hetta eydnaðist betur enn vit høvdu torað at vóna, og øll, áskoðarar sum luttakarar, lótu væl at, sigur Finn Johannessen.
Fólk vóru tíðliga á veg. Tey stóðu uttanfyri og bíðaðu eina fitta løtu, áðrenn dyrnar vórðu latnar upp, men tað var ikki tí, at Angela og Hannibal vóru so sein, men heldur tí fólk vóru í sera góðari tíð.
Flestu børnini sessaðust á gólvi, meðan nøkur vóru, sum heldur vildu sita hjá mammu ella babba á stólunum, sum vórðu settir upp til tað sama.
Tiltakið byrjaði við, at Finn Johannessen og Hans Michael í Mittúni sungu nakrar barnasangir saman við børnunum, sum tóku væl undir. Síðani kom Angela á pallin ? sum vanligt einsamøll. Hannibal hevði aftur sovið ov longi, og hann kom so gangandi í svøvni eina løtu seinni.
Tá Hannibal var komin rættuliga fyri seg, hildu tey bæði fram við eini góðari framførslu. Onkur av teimum smæstu børnunum høvdu hug at ræðast Hannibal eitt sindur, men tað bilti ikki kortini.
Tey dugdu bæði líka væl at fáa børnini við í framførsluna, og at fáa tey at taka lut í. Tað vil siga, at hvørja ferð Hannibal, sum er tann av teimum, sum aloftast snýtur til eitthvørt, gjørdi eina roynd at snýta, kom lív í børnini, sum róptu av hjarta á Angelu. Tey bæði gjørdu ballóndjór, Hannibal spældi upp á sítt nýggja ljóðføri, tey spældu vatnkríggj og eisini fekk Hannibal lokkað eina mammu og ein pápa at blása í ballón fyri at vita, hvør var sterkari.
Tá Angela og Hannibal vóru liðug við teirra framførslu, kom Silvi á vitjan. Og tá reistust øll og fóru at dansa í ring saman við Angelu, Hannibal og Silva til Silvasangin.
Á veg út fingu børnini ein bommpakka við heim, og tað lat til, at øll fóru glað og vælnøgd heimaftur.
Spurningurin er bara um tað ikki var í seinna lagi at byrja klokkan 19, tá tað skuldu verða heili tvær sýningar afturat sama kvøld. Men kanska ikki, tí norðoyastevna var, og tá eru børnini ofta seinni uppi enn vanligt. Og harafturat skal sigast, at framførslan vardi í trý korter, so tað var so passaligt í longd fyri børn.
Alt í alt eitt væleydnað tiltak, sum fyrireikararnir kunnu vera vælnøgdir við.