Vælbjargað skulu missa hjálp frá almannastovuni

ALMENN HJÁLP Fólk við høgari løn skulu ikki longur fáa hjálp frá Almannastovuni so at tey, sum veruliga hava brúk fyri tí, skulu fáa meir, sigur Miðflokkurin

- Tað er meiningsleyst, at ein, sum eg skal hava rætt til hjálp frá Almannastovuni.
So bersøgin var Karsten Hansen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, á landsfundinum hjá flokkinum leygardagin.
Nú valstríðið upp undir løgtingsvalið byrjar, verður tað ein boðskapur frá Miðflokkinum, at rætturin til hjálp frá Almannastovuni skal verða ásettur eftir, hvussu høga inntøku fólk hava.
Tað merkir, at fólk við høgari inntøku skulu ikki longur hava rætt til hjálp frá Almannastovuni, tá ið tey fáa hjálpitól, ella tá ið okkurt annað bakkast elvir til, at tey annars høvdu havt rætt til almannahjálp.
Kemur Miðflokkurin í eina samráðing um samgongu eftir valið, verður hetta eisini ein partur av samráðingunum.
- Hví skulu fólk við høgum inntøkum hava rætt til hjálp frá Almannastovuni á jøvnum føti við tey, sum hava lágar inntøkur, spyr Karsten Hansen.
- Hetta er ein spurningur, vit noyðast at taka upp, leggur hann afurat.

Fleiri fáa og færri gjalda
Miðflokkurin staðfestir, at játtanin á fíggjarlógini til almannhjálp er nóg stór.
- Men tað verður neyðugt at broyta lógirnar, so at hon kemur teimum til góðar, sum veruliga hava brúk fyri tí.
- Tá ið øll skulu hava javnbjóðis rætt sosialar veitingar, samstundis sum at færri og færri eru um at gjalda til skipanina, má tað ganga galið, sigur Karsten Hansen.
- Tað má halda uppat, at eisini fólk við góðari inntøku skulu hava krav upp á sosialar veitingar á jøvnum føti við tey, sum lítið og onki eiga.
Tað merkir, at fólk við høgari inntøku skulu missa hjálp frá Almannastovuni so at tey, sum veruliga hava brúk fyri tí, kunnu fáa eina hjálp, sum munar.
- Tað kundi verið nógv meiri til tey, sum veruliga hava brúk fyri tí, leggur løgtingsmaðurin afturat.
Jenis av Rana sigur, at tað verður eisini neyðugt at hyggja eftir fólkapensjónini, so at hon í størri mun kemur teimum til góðar, sum onga aðra pensjón hava, so at tey, sum hava góðar pensjónir, missa í fólkapensjón.
Les eisini greinina: Allir CTD berarar í Føroyum skulu finnast