Foreldur at smábørnum á Válinum eru alt annað enn fegin um, at Kvívíkar kommuna hevur bygt nýggjan barnagarð, sum øll tey smáu børnini í kommununi skulu ganga í.
Tey á Válinum vilja heldur, at teirra børn skulu ganga í barnagarði í Vestmanna, sjálvt um Válurin er í Kvívíkar kommunu.
Til kommunustýrisfundin í Kvívík mánakvøldið møttu tey manssterk upp, men fundurin varð av ongum av aðrari orsøk. Málið varð tí ikki viðgjørt.
Nýggi barnagarðurin í Kvívík er stórur. Hann rúmar 100 børnum, men í bygdini Kvívík eru bara 60-70 børn í tí aldrinum.
Í nøkur ár hevur kommunan havt ta skipan, at børnini á Válinum hava gingið í barnagarð í Vestmanna, tí verandi barnagarður var ov lítil.
Hetta hevur kommunan goldið fyri, og nú Kvívíkar kommuna fær størri barnagarð, vil hon hava øll børnini í barnagarðin í Kvívík. Og samstundis sleppa frá at gjalda Vestmanna kommunu fyri barnaansing.
Dánjal Petur Müller, borgarstjóri sigur, at kommunustýrið í Kvívík ætlar ikki at flyta válabørn, sum eru í skipanini í Vestmanna, í barnagarðin í Kvívík. Kommunan er sinnað at halda fram við at gjalda fyri ansingina í Vestmanna, til tey børnini koma í skúlaaldur.
Men tey, sum koma aftrat, skulu í barnagarð í Kvívík.