Væl vitjað varmakeldustevna

Um vikuskiftið var varmakeldustevna í Fuglafirði. Skráin fyri stevnuna byrjaði longu mikudagin. Fyrireikararnir siga, at framsýningar og tiltøk fingu góða undirtøku

Marjun Sigurðsdóttir setti stevnuna klokkan klokkan tvey seinnapartin leygardagin.
          Í ár var FM-kappróður á varmakeldu, og tað setti sín serstaka dám á stevnuna.
          Hópin av tiltøkum og framsýningum vóru á skránni. Á økinum frá Mentanarhúsinum og norður til Føroya Banka var tivoli, hoppiborgir og annað undirald.
          Til stóra gleði fyri børnini, koyrdi eitt tok aftur og fram á økinum. Onkur vaksin nýtti eisini høvi at sleppa sær ein toktúr á ?strøjnum? í Fuglafirði.
          Leygarkvøldið var kvøldseta niðri við Mentanarhúsið, har stórt bál var kynt. Egon Øregaard flutti fram røðu og hugleiddi um barnadagarnar í Fuglafirði.
          Felagssangur, føroyiskur dansur og fýrverk var eisini á skránni leygarkvøldð, og fólk hugnaðu sær rættiliga í góðveðrinum.