Fjølmiðlar
Jákup Mørk
Í mangar mátar eru ítróttur og fjølmiðlar knýttir nær at hvørjum øðrum. Summi siga, at ítrótturin ikki kann liva uttan fjølmiðlarnar, meðan onnur aftur siga, at miðlarnir ikki kunnu liva uttan ítróttina.
Sannleikin liggur helst okkurt stað miðskeiðis ímillum hesi bæði sjónarmiðini, tí í veruleikanum er tað helst soleiðis, at ítrótturin og fjølmiðlarnir bæði njóta gott frá hvørjum øðrum.
Miðlarnir og leikirnir
Tí er heldur einki løgið í, at fjølmiðlarnir hava gjørt nógv burturúr, tá Oyggjaleikir hava verið á skránni. Tá alt byrjaði ? í 1989 ? vóru møguleikarnir hjá fjølmiðlunum ikki eins góðir, sum teir eru í dag, og tí vóru frásagnirnar kanska avmarkaðar, í mun til tær, sum vit kenna nú.
Útvarpið var tó við frá byrjan, og eftir at ferðalagið var komið heim, bar eisini til at síggja livandi myndir í Sjónvarpinum.
Bløðini hava eisini roynt at fylgt við. At byrja við umvegis heimildarfólk, sum vóru við ítróttinum á ferðalagnum, men í dag tykjast tey nógv meira sannførd um virði í hesari skriving, og bæði blaðfólk og myndamenn eru nú fastir gestir, tá ferðalagið fer avstað. Aloftast varð hetta gjørt soleiðis, at skrivað varð í hond, fyri síðani at faksa tilfarið heim, har setikonur síðani tøppaðu alt inn á tær tá so framkomnu setimaskinurnar.
Digitala øldin
Møguleikarnir hjá fjølmiðlafólkunum eru eisini munandi batnaðir, nú vit av álvara eru komin í sonevndu digitalu øldina.
Við hjálp av farteldum, digitalum fototólum og alnetinum er framleiðsluprosessein í blaðheiminum stytt somikið nógv, at frá teirri løtu at seinasta myndin er tikin, og seinastu stavirnir settir, ganga knappir tveir tímar til fyrstu lesararnir hava blaðið í hondini.
Eins og tað varð gjørt, tá Oyggjaleikirnir vórðu hildnir á Gotlandi, hevur Sosialurin fólk á staðnum, og komandi vikuna er so ætlanin, at lesararnir her heima kunnu fáa fesk tíðindi frá Oyggjaleikunum hvønn dag.
Mynd av Tóra
Fjølmiðlarnir hava eisini hug at gerast spentir, tá nógv stendur á. Her er tað frásøgumaðurin hjá Sjónvarpi Føroya, eftir at flogbóltskvinnurnar høvdu tryggjað sær gull á Gotlandi
Mynd av Álvi og Jákup
Álvur Haraldsen og Jákup Mørk fara komandi vikuna at siga frá, hvussu gongst hjá føroysku ítróttafólkunum á Isle of Man