Fyri fýra árum síðani samtykti býráðið, at tað fór at taka okkum10 ár til øll børn millum 0 og 10 ár kundu fáa tilboð um barnagarðspláss. Vit ætlaðu at skapa 30 nýggj pláss um árið.
Komandi ár verða heili 80 nýggj pláss klár at taka í nýtslu. Og umframt hesi plássini, verður fyrsti barnagarðurin hjá eini fyritøku í býnum eisini klárur at taka í nýtslu komandi ár. Hesin stovnur kemur at rúma umleið 30 børnum. Hesi plássini eru øll til børn undir skúlaaldur.
Her sæst eitt yvirlit yvir plássini, sum vit fram til næsta ár hava megnað at skapt síðani 1. januar 1996
Útibarnagarðurin Spíran 20 børn.
Barnagarðurin inni á Gøtu 42 børn.
Útbygging av Býlingahúsunum 80 børn.
Uppnormering á Argjum 10 børn.
Uppnormering í Lítlaskóg 16 børn.
Uppnormering av Dagrøktini 60 børn.
Útibarnagarður í Gundadali 15 børn.
Ùtibarnagarður á Hvítanesi 14 børn.
Barnagarðurin í Vesturbýnum 60 børn.
Útibarnagarður í SSBhúsinum 20 børn.
Barnagarður hjá eini fyritøku 30 børn.
Tilsamans: 367 børn afturat í 5,5 ár - ella 67 børn um árið
+ Frítíðarskúlin 250 børn 6 - 7 ár
Vit í Javnaðarflokkinum fara framhaldandi at arbeiða fyri, at øll børn í Tórshavnar Kommunu skulu fáa ansingarpláss. Bíðilistin skal burtur.
Fyri okkum er treytin fyri einum livandi býi, har fólkið og vinnulívið mennist og trívist, at rúm er fyri øllum. Vit skulu hava rúm fyri okkara smæstu borgarum, eins og øllum øðrum. Børnini skulu virðast og hava sama rætt, sum øll onnur. Fyri okkum vaksnu er tað at fáa arbeiði ein sjálvfylgja. Tað skal eisini vera ein sjálvfylgja hjá børnunum at fáa mennandi barnagarðstilboð.
Fyri at nøkta tørvin krevst ein politiskur vilji. Vilji til at seta pening av og at bjóða øllum borgarum góð kor at liva og vaksa upp í. Atkvøð fyri einum livandi býi, atkvøð fyri Javnaðarflokkinum.
Elin Lindenskov, býráðslimur
Valevni Javnaðarfloksins
www.lindenskov.com
elin@lindenskov.com