Bátar
Miðvágur: Ein av útróðrarmonnunum í Miðvági er Sonfinnur Ellefsen.
Hann hevur róð út trý tey seinastu árini, og hevur verið sera fegin um bátin "Bósdalarfossur".
Hetta er 42 fót stórur glasfipurbátur úr Canada, sum Sonfinnur sjálvur umboðar í Føroyum.
Bátarnir eru sera rúmligir og arbeiðsligir, og tí er helst ikki uttan orsøk at seks slíkir bátar longu eru í Føroyum. Og fleiri eru á veg.
- Tann sjeyndi kemur helst til Føroyar í hesi vikuni, sigur Sonfinnur Ellefsen.