Í fleiri mánaðir hava veljarakanningar víst, at fólk halda lítið um flokkarnar í stjórnini hjá Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharra, men nú vísir ein nýggj kanning, at yvirhøvur eru nógvir norðmenn væl nøgdir við tað arbeiðið, sum stjórnin ger.
Í kanningini, sum Opinion hevur gjørt, siga 32 prosent av teimum spurdu, at tey halda stjórnina gera eitt sera gott arbeiði. Fyri einum ári síðani vóru tað 21 prosent, sum søgdu tað, og fyri tveimum árum síðani vóru tað bara 16 prosent, sum góvu stjórnini tað skoðsmálið, skrivar Aftenposten. Tey misnøgdu eru fækkað tilsvarandi. Fyri einum ári síðani søgdu 28 prosent seg vera misnøgd við arbeiðið hjá stjórnini, men nú eru tað bara 22 prosent, sum eru misnøgd.
Stórtingsval verður í Noregi í heyst. Fleiri veljarakanningar í seinastuni hava bent á stjórnarskifti, men í dag halda fleiri, at valið tann 12. september verður meiri spennandi, enn mong hava hildið.










