Væl tendraður

Í fyrsta dystinum hjá Henrik Larsen sum venjari hjá føroyska A-landsliðnum, var Heðin á Lakjuni uttastur til vinstru á miðvøllinum. Hetta var fyrsta ferðin, at Heðin byrjaði millum teir fyrstu ellivu á landsliðnum, men skoðsmálini vóru ikki so góð eftir tann dystin.
Síðani tá hevur tað eisini tókst, at hann hevur verið rættiliga langt burtur frá plássið millum teir fyrstu ellivu, men sunnudagin fekk hann so nýggjan møguleika

Vildi gera sítt
Tá vit eftir dystin spurdu Heðin, um hann undan hesum hevði fingið knívin á barkan fyri at prógva nakað, segði leikarin, at tað hevði hann sum so ikki, men at hann sjálvandi var uppsettur, tí hann vildi prógva nakað.
- Eg ætlaði so avgjørt at gera mítt til at koma nærri liðnum, og eg haldi eisini, at eg var ógvuliga væl tendraður. Haldi eisini, at tað gekk hampuliga væl við at fáa fatur á bóltinum, men serliga fyrstu løtuna var tað sera trupult at sleppa av aftur við bóltin. Akkurát, hvussu avrikið so var, má venjarin meta um, men sjálvur gjørdi eg so mítt besta, helt hann.
Og fyri fyrstu ferð, so eydnaðist tað eisini hjá Heðini at koma altjóða máltindin hjá føroyska liðnum, og tað tóktist í øllum førum, sum var hetta nakað, ið hann legði stóran dent á.
- Tað var í øllum førum týdningarmikið. Eg eri komin á listan, og tað eru vit hóast alt ikki so øgiliga nógvir um, helt hann flennandi.
Um vónirnar fyri endurvali til týsdagin, dugdi Heðin ikki at siga, hvussu hesar vóru. Ikki annað enn, at hann vónaði tað besta, og at hann í øllum førum hevði roynt at gjørt sítt. Hvussu var og ikki, so taldist hann tó millum teirra, sum seinni um kvøldið vórðu sáldaðir frá, men spurningurin er so, hvørt hetta var grundað á ov vánaligt avrik, ella um landsliðsvenjarin heldur vildi nýta seinna møguleikan at síggja fleiri av spildurnýggju monnunum í hópinum.