Ein maður fekk í Føroya Rætti treytaðan dóm og bót fyri at handla euforiserandi evnir. Eitt nú hevði hann selt til »rúsevnisbaronessuna« Eitt mál um euforiserandi evni var fyri í Føroya Rætti í dag. Ein maður var ákærdur fyri í trimum førum at hava handlað við í einum føri hassj og í tveimum førum extacy tablettum.
Fyrsta forholdið fór fram á vári ella sumri 2006, tá áikærdi í tveimum førum hevði selt sonevndu »rusevnisbaronessuni« ávikavist 15 og 25 gramm av hassj.
Annað forholdið fór fram 3. apríl 2007, tá løgreglan undir kropsleiting fann fýra extacy tablettir á ákærda.
Og triðja forholdið fevndi um 20 extacy tablettir, sum ákærdi hevði »heintað« í Klaksvík til eina veitslu í Havn.
Ákærdi játtaði seg sekan í øllum trimum ákærum. Til sakina var bert hitt eina vitni, hin sonevnda rúsevnisbaronessan. Men hon kundi bert váttað, at hon hevði keypt hassj frá ákærda, men mintist hvørki nøgd ella prís.
Ákærin kravdi 30 daga fongsul og eina bót á 7.600 krónur. Hon helt, at av tí so long tíð var gingin frá hendingunum til løgreglan avhoyrdi ákærda, og av tí at hetta var fyrstu ferð, hann stóð ákærdur, mælti hon til treytaðan dóm.
Dómarin fylgdi kravinum frá ákæranum og dømdi ákærda samsvarandi. Maðurin tók við dóminum.