Meðan síðstu tónarnir vórðu spældir av The Ghost í Grundini, sum er eitt sindur burtur frá hinum báðum størru pallunum, sprændu SIC út sínar fyrstu, óndu tónar.
Fjeppararnir stóðu frammi við pallin og pikkaðu korn, meðan Mikkjal growlaði fyri lívinum. Stuttligt at síggja ein bólk, sum hevur eitt so heilstoypt image. Við svertu undir eygunum og myrkum klæðum spældu málmhøvdini, sum var hetta síðsta kvøldið nakrantíð.
Eitt stórt flagg, har SIC stóð við stórum stavum, fjaldi allan bakveggin á pallinum. Riggaði væl.
Eftir fadesuna í fjør, tá ið tekniskir trupulleikar fullkomiliga oyðiløgdu framførsluna hjá SIC, var tað ein fragd at hoyra, hvussu gott ljóðið var í ár. Serligani hevur tað oftani verið trupuleikar við gittarljóðinum við tað, at alt rennur saman. Men hetta kvøldið var ljóði frálíkt. Ein hoyrdi sangin og øll ljóðførini væl, sum ikki hendir oftani, tá ið talan er um tungmálmstónleik.
Sum ein vinmaður kallaði tað; væl skipaður larmur.










