Væl skipaður flutningur av posti og frakt

Postverk Føroya eigur eina stóra vælvirkandi bilpark, sum er ein týðandi liður í at posturin kemur í hvønn krók í landinum, og í at Fraktdeildin kann bjóða eina tænastu á høgum støði í samstarvi við altjóða flutningsfyritøkur

Meðan flestu fólk liggja í sínum trygga svøvni, møta tey fyrstu starvsfólkini á Posthúsinum á Óðinshædd í Havn klokkan fýra um morgunin til at sortera post, sum skal berast út kring landið.


Tá posturin er klárur, verða búr við bræv- og pakkaposti sett við tey ymisku portrini, har bilarnir koyra út frá. Síðan møta bilførararnir og gera sínar bilar klárar og til postflutning til tey ymisku støðini.


Klokkan seks koyra so bilarnir av posthúsinum við posti til Sandoyar, Vágar, Eysturoy og í Norðoyggjar. Postbilarnir hava fastlagdar rutur og fastar tíðir, tá teir skulu vera við tey ymisku posthúsini. Fyri at postboðini í teimum ymisku bygdunum og landpostboðini, skulu kunna bera postin út til tíðina, er tað neyðugt, at postbilarnir halda tær ásettu tíðirnar. Posturin til Suðuroyar fer um kvøldið við Smyrli.


Sterk fýrsmæra


Umframt flutning av posti hevur Postverkið eisini eina vinnudeild, Fraktdeildin, sum tekur sær av farmaflutningi fyri vinnukundar heima og uttanlands.


Deildin hevur eitt væl skipað flutningsnet við egnum bilum, serkønum starvsfólki og samstarvar við starvsfelagar bæði uttanlands og í Føroyum og røkkur í hvønn krók í landinum umframt flest øll støð í heiminum.


Postverkið hevur neyvt samstarv við Post Danmark og altjóða samband við postverk um allan heim. Postverkið samstarvar eisini við DSV, sum er ein av størstu flutningsfyritøkum í Evropa og hevur samstarvsfelagar kring allan heim, og við DHL, ið er eitt av heimsins størstu flutningsfeløgum, sum burturav arbeiða við skundflutningi. DHL hevur meira enn 250 flogfør, 17.000 bilar og 70.000 starvsfólk.


Postverk Føroya, Post Danmark, DSV og DHL vera marknaðarførd sum ein sterk fýrsmæra. Orsøkin til at fýrsmæran verður brúkt er at meðan smærur við trimum bløðum er ein vanlig sjón, er ein smæra við fýra bløðum sera sjaldsom at finna og sigst at veita tí eydnu, sum finnur hana.


Bilarnir hjá Postverki Føroya eru kendir fyri at vera sera væl hildnir og at umboða fyritøkuna væl. Í eini kanning, sum næmingar á Føroya Handilsskúla gjørdu fyri nøkrum árum síðan, vóru postbilarnir valdir sum besta »brandið« hjá einari føroyskari fyritøku.


Postverkið er ein væl virkandi stovnur við umleið 50 størri og smærri bilum til koyring av posti og frakt kring landið, umframt skutarar til postútberingina.