Væl skiljandi at Helena vil hava arbeiðsfrið

Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at fólkaskúlin er so kensluborin, hann skilir væl, at landsstýriskvinnan í mentamálum heldur kortini tætt at kroppinum

- Eg taki fult undir við, at at vit fáa ein skúlareform í Føroyum. Men tað skuldi helst ikki enda sum ætlaði pensjónsreformurin, sum hevur verið ávegis í ein hálvan mansaldur nú, uttan at nakað stórvegis er hent.

Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag, heldur tískil, at einasti máti fáa undirtøku fyri einum skúlareformi, er at halda kortini tætt at kroppinum.

Tað var akkurát tað, sum Helena Dam á Neystabø boðaði frá í Sosialinum í gjár, at hon ætlaði at gera.

Hon vildi ikki siga nakað um ætlaða reformin, tí hon vildi hava frið til at fáa málið ígjøgnum politisku skipanina fyri at finna eina semju.

- Tað er einasti møguleiki hon hevur, tí skal hetta ikki enda sum pensjónsreformurin er neyðugt, at landsstýriskvinnan tryggjar sær politiska undirtøku fyri reforminum, áðrenn hon leggur hann fram.


Lærarafelagið upp í

Men tað merkir ikki, at Lærarafelagið ikki skal sleppa at seta síni fingramerki á.

- Eg havi onga orsøk til at halda, at landsstýriskvinnan fer at halda Lærarafelagið uttanfyri, tí er tað nakað, hon fær brúk fyri, er okkum sum viðspælarar, ikki sum mótspælarar.

Tí ivast hann ikki í, at Lærarafelagið verður tikið við upp á ráð.

Kortini heldur hann, at tað er óheppið at kikarin verður settur á, at eitt ávíst tal av skúlum skal lata aftur.

Hann sipar til, at í Sosialinum í gjár varð nevnt, at úrslitið av hesum skúlareforminum verður, at tað verða einir 20 skúlar eftir.

- Tað er ikki endamálið at leggja skúlar niður og eg vóni ikki, at tað verður hesin spurningurin, sum verður høvuðs kjakevni. Endar tað í hesi grøvini, er reformurin í vanda, tí tað er so kensluborið.

Magnus Tausen heldur, at kikarin eigur at verða settur á veruliga endamálið við reforminum og tað er at lyfta fólkaskúlan upp á eitt høgri støði.

- Í hesum sambandi er onki at ivast í, at vit hava ov nógvar skúlar, tí sum støðan er nú, vísit tað seg, at tað ber ikki til at samskipa skúlaskapin.


Ikki stongja

Hann sigur, at hetta merkir ikki, at tað skal neglast upp fyri vindeyguni á nógvum bygdaskúlunum.

- Avbjóðingin verður at finna okkurt endamál at brúka teir til og tað kann vera til serskúlatilboð av ymsum slagi, ella onnur tilboð, har teir koma til størri nyttu enn í dag.

- Tí eins væl og tað eru næmingar, sum hava stórt gagn av at vera í einum størri skúla, eru tað eisini næmingar, har tað hevur stóran týdning at vera í einum lítlum skúla og kunsturin er at samskipa tey bæði.

Tað er eisini vær hugsandi, at skúlar kunnu brúkast til mentanarhús, ella onnur almannagagnlig endamál.

Les eisini greinina: Kommunur eiga ikki at fáa skúlarnar at umsita