? Danski forsætisráðharrin hevur loyvi til at siga tað, hann hevur hug til.
Hetta var fyrsta viðmerkingin frá Høgna Hoydal eftir setanarrøðuna í Fólkatinginum hjá Poul Nyrup Rasmussen. Høgni Hoydal heldur ikki, at tað liggja nakrar hóttanir í orðunum, tá forsætisráðharrin tosar um avleiðingar av fullveldispolitikkinum hjá Landsstýrinum.
Poul Nyrup Rasmussen vísti á, at eitthvørt val um broytingar hevur sínar avleiðingar. Hann tosaði bæði um fíggjarligar avleiðingar, umsitingarligar avleiðingar og eisini avleiðingar á samstarvsøkinum landana millum. Men Høgni Hoydal sigur, at tað er sjálvsagt, at tað fær avleiðingar at føroyingar fáa fullveldi. Men hann vísir samstundis á, at talan ikki verður um negativar avleiðingar, men heldur um positivar avleiðingar. Tí er hann væl nøgdur við orðini hjá Poul Nyrup Rasmussen, ið ikki nevna, um talan verður um negativar ella positivar avleiðingar.
Samráðingarnar avgerandi
Høgni Hoydal vísir á, at tað verða samráðingarnar hjá Landsstýrinum við donsku stjðórnina, ið koma at vera avgerandi fyri, hvørjar avleiðingarnar av fullveldisætlanini vera. Hann heldur, at tað nú er nóg mikið við at føra nervakríggj millum ymisku politisku partarnar, og vísir hann á, at betur er at taka ætlanir Landsstýrissins í fullum álvara og síðani taka eina støðu til fólkaatkvøðuna eftir samráðingarnar við donsku stjórnina.
Tískil tekur Høgni Hoydal hvørki undir við ætlanum Sambandsfloksins um vegleiðandi fólkaatkvøðu ella uppskotum um meiningakanningar.
? Eg haldi, at fólk mugu sleppa at taka sína avgerð á fakta og ikki tað, tey hoyra í einum nervakríggi, sigur Høgni Hoydal at enda.