Væl nøgdur við sáttmálan

Stjórin í Føroya Tele er vælnøgdur við sáttmálan, sum varð undirskrivaður mánamorgunin. Serliga væl nøgdur er hann við nýggju lønarskipanina og tær nýggju orðingarnar, sum gera sáttmálaviðurskiftini nógv smidligari fyri Føroya Tele

Stjórin á Føroya Tele, Andrass Róin, er í dag ein vælnøgdur maður í dag.

Hann fekk ein nýggjan sáttmála í lag við starvsfólkið, sum er limu rí Starvsmannafelagnum, og umframt tað fekk hann eina nýggja lønarskipan og broyttar orðingar, sum fara at gera tað lættari fyri leiðsluna at arbeiða.

Men tað dróg út við eini semju í hesum samráðingunum.

? Vit avgjørdu at innkalla semingsmenninar tí tað var torført at koma víðari tí munurin var so stórur segði hann í síðstu viku.

Krøvini frá starvsfólkinum var ein nýggj lønarskipan, ein lønarhækkan uppá 12 prosent, og tað vildi hann ikki ganga við til.

Men sáttmálin, sum nú liggur á borðinum inniber ein vøkstur upp á íalt 9,35 prosent, er tað ikki í meira lagi?

? Nei, eg haldi ikki vit skulu lata so illa at. Vit hava roynt at hildið fast við ein lønarvøkstur upp á seks prosent, men vit endaðu uppi á 7,5. Afturat tí koma so nakrir snøklar, sum kosta okkum nakað, men sum so avgjørt geva okkum nakað eisini, sigur Andrass Róin.

Karensdagarnir eru tiknir av hví ganga tit við til tað?

? Tað var eitt ynski frá fólkinum at fáa teir burtur, og eg meti, at tað í longdini kann verða ein fyrimunur fyri okkum, at teir verða avtiknir, tí so koma fólk fyrr til arbeiðis aftur. Onnur feløg hava eisini avtikið karensdagarnar og vit hava valt at gera tað sama.

Men er tað ikki eitt sindur løgið í hesum tíðum, nú teir júst hava verið frammi í tinginum?

? Tað veit eg nú ikki, men starvsfólkið vildi av við teir, og vit sóðu ikki tann stóra trupulleikan í hesum. Starvsmannafelagið kravdi eina kompensatión, um so er, at tingið seinni í ár avtekur lógina um karensdagar, men tað fingu teir ikki, sigur Andrass Róin.


Var við alla tíðina

Á heimasíðu Starvsmannafelagsins stendur at lesa, at stjórin á Føroya Tele var settur út á eitt síðuspor, meðan formaðurin í nevndini, Jógvan Ellefsen og Jan Mortensen frá Arbeiðsgevarafelagnum yvirtóku samráðingarnar, Hesum vísir hann tó aftur.

? Eg havi eina nevnd aftan fyri meg, og hana havi eg havt við alla tíðina. Vit hava í felag valt at samstarva við Arbeiðsgevarafelagið, sum hevur verið við í samráðingunum allan vegin ígjøgnum. Tað er nú einaferð so, at Føroya Tele er vorðið eitt partafelag, og skal eg hava sáttmálan ígjøgnum, so hevði eg verið noyddur til at fáa hann góðkendan frá nevndini. Tí var tað líka gott at nevdarformaðurin eisini sat við borðið, sigur Andrass Róin, sum við hesum vísir aftur at hann var settur frá stýripinninum.

? Eg havi eisini fingið eina umbering frá formanninum í Starvsmannafelagnum, sum segði, at tað er ikki felagið, sum stendur aftanfyri hasar upplýsingarnar og tað umberingina havi eg góðtikið, sigur Andrass Róin, sum eftir at hava sovið væl og leingi aftur kundi fara til arbeiðis á Føroya Tele í gjár, við eini semju um nýggjan sáttmála í hondini.