Væl nøgdur við avrikið

Einasti málskjúttin hjá B68, Jann Ingi Petersen, var, hóast tapið, væl nøgdur við avrikið hjá liðnum

- Vit spældu ein góðan dyst, og eg meti ikki, at hatta var eitt rættvíst úrslit. Vit standa sera væl á vøllinum, og teir koma ikki fram til nógvar málmøguleikar. Men teir eru eitt topplið, og hava hepnið við sær, heldur Jann Ingi.

Tvey tap í tveimum teimum fyrstu dystunum, og málúrtøkuna 2-7. Er hetta nøktandi?

- Sjálvandi er tað keðiligt at hava latið sjey mál inn, men vit eru byrjaðir at skapa nógv fleiri málmøguleikar. Liðið er eisini væl betur mannað nú, enn við kappingarbyrjan, sigur Jann Ingi Petersen at enda.