Tað var ein stak vælnøgdur sveisiskur landsliðsvenjari, sum eftir landsdystin millum Føroyar og Sveis, hitti sveisiskar miðlar.
-Eg vil fegin ynskja mínum leikarum hjartaliga tillukku við sigrinum. Hesum hava teir arbeitt hart fyri og tað gav úrslit, segði Vladimir Petkovic eftir dystin.
-Vit stýrdu øllum dystinum og um vit skuldu ynskt okkum meira so skuldi tað verið nøkur skot uppá mál afturat og kanska okkurt mál afturat, segði hann.
Hann segði, at føroyska liðið á ongan hátt var nøkur hóttan móti Sveis, sum nú hevur 18 stig fyri seks dystir.
-Ein sigur sum tann í dag, gevur mínum leikkarum sjálsálit til teir dystir, sum eftir eru í hesi undankappingini og í veruleikanum er tað so, at vit nú sjálvir avgera um vit skulu við til endaspælið, segði sveisiski landsliðsvenjarin.