Væl nøgdur landsliðsvenjari

Jón Bjarnason, landsliðsvenjari í svimjing, er væl nøgdur við avrikið hjá føroysku svimjarunum hetta síðsta árið, og hann heldur, at nógvir svimjarar hava betra seg ómetaliga nógv

SVIMJING

 

Stóri vinnarin á gallaveistluni um vikuskiftið bleiv Fuglafjarðar Svimjifelag, sum fekk ársins svimjara hjá bæði kvinnum og monnum, umframt ársins venjara. Ársins svimjari hjá kvinnum gjørdist ikki so óvæntað Elspa Mørkøre, meðan Kári J. Á Høvdanum bleiv ársins svimjari hjá monnum. Venjarin hjá teimum báðum, Petur Heðin á Fløtti, bleiv valdur ársins venjari.

 

Stór menning

Landsliðsvenjarin er sum heild sera væl nøgdur við menningina hjá føroysku svimjarunum síðsta árið.

- Ja, eg eri ógvuliga væl nøgdur. Menningin hjá svimjarunum hevur verið rættiliga stór, og har eru fleiri, sum hava betrað seg ótrúliga nógv hetta síðsta árið.

Jón Bjarnason er eisini nøgdur við avrikini hjá teimum báðum, sum blivu vald til ársins svimjarar leygardagin.

- Bæði Elspa og Kári hava klárað tað ótrúliga væl. Úrslitini hjá teimum hava verið góð og støðug síðsta árið, og tey liva næstan fyri svimjingini. Kári flutti m.a. niður til Danmarkar fyri at svimja á hægri stigi, men hann er tó komin heim aftur til Føroya nú.

 

Oyggjaleikirnir fyri framman

Nú er kappingin um føroyameistaraheitið komin at enda, men hetta merkir ikki, at svimjararnir spakuliga fara at taka sær av løttum. Størsta uppgávan á árinum liggur enn fyri framman, tí í juli mánaði skal landsliðið til Rhodos at taka lut á Oyggjaleikunum.

Eingin ivi er um, at føroyska liðið er væl mannað til kappingina. Landsliðsvenjarin veit tó ikki heilt, hvat hann skal vænta.

- Tíðirnar hjá okkara svimjarum eru sera góðar, og fleiri av vinnaratíðunum í FM eru undir vinnaratíðunum á seinastu Oyggjaleikunum. Eg kenni tó ikki tíðirnar hjá hinum londunum, og tey kunnu jú eisini vera blivin betri síðani seinastu Oyggjaleikirnar, sigur Jón.

- Ensku kanaloyggjarnar hava ofta góðar svimjarar, sum ganga í skúla á fastlandinum og venja undir sera góðum umstøðum. So eingin ivi er um, at eg vænti harða kapping frá hesum oyggjum.

Tá alt hetta er sagt, so hevur landsliðsvenjarin tó góðar vónir til sínar svimjarar.

- Ja, eg havi sjálvandi góðar vónir til føroysku svimjararnar, tí teir hava tikið seg ótrúliga nógv fram. Vit hava nógvar góðar einstaklingar við, og stafettirnar tykjast vera rættiliga sterkar, sigur Jón.