Væl nøgdir við Sheanne

Nýggja skipið hjá Bjarta Mohr, Sheanne, kemur í flotan fyri Hallarklett og Norðbúgvan, sum eru lagdir og væntandi verða seldir

Fiskivinna

Bjarti Mohr hevur keypt nýtt skip fyri Norðbúgvan og Hallarklett. At skipið er nýtt, er nakað nógv sagt, men hóast 10 ára gamalt, sær Sheanne út sum ein nýggjur bátur.
Skipið, sum 60 metrar langt og bygt í Noregi, er keypt úr Írlandi. Írarnir, sum áttu skipið, hava bygt nýtt skip, men so væl umtókt er "gamla" skipið, at tað eru teir, sum halda, at gamla Sheanne er eitt betri skip hitt nýggja.
Skipið kemur í flotan fyri Hallarklett og Norðbúgvan, sum eru lagdir og væntandi verða seldir. Hallarklettur liggur í Havn; Norðbúgvin í Vestmanna.
Í byrjanini verða 12 mans við Sheanne, og loyst verður eftir páskir.
Skipið verður nú sýnað, og tá ið øll viðurskifti eru komin uppá pláss, verður loyst.
Ætlandi verður farið á svartkjaftaveiði.
Sheanne, sum er ein ógvuliga væl hildin trolari, hevur eitt nú loyvi fiska svartkjaft til ídnað í íslendskum sjógvi og svartkjaft til matna í føroyskum sjógvi.