- Ja, vit eru heilt víst nøgdir við innsatsin. Vit vóru væl við í fyrra hálvleiki og skuldu kanska ført meir enn 2-0. So fáa vit eitt rættiliga tápuligt reytt kort, samstundis sum teir skora beint eftir, og hetta merkir restina av dystinum. Tíverri megna teir at javna í endanum, men vit eru tó enn við gott mót. Verður innsatsurin tann sami komandi dystirnar, so koma heilt sikkurt fleiri stig á kontoina.









